Skotska landsliðið hevur onga venjing á Tórsvølli

Skotska landsliðið hevur ongan tíðindafund og onga venjing á Tórsvølli, áðrenn dystin móti Føroyum týskvøldið. – Síðani eg gjørdist venjari, hava vit ikki ferðast tveir dagar áðrenn dyst, sigur Steve Clark, landsliðsvenjari hjá Skotlandi

Sigurjón Einarsson
11. oktober 2021 kl. 13:17

Vanligt er, tá eitt landslið spælir útidyst, at landsliðið kemur til landið tveir dagar undan dystinum, og hevur so eina venjing á leikvøllinum eitt døgn undan landsdystinum, men hetta hevur skotska landsliðið valt ikki at gera, nú Føroyar og Skotland skulu leika landsdyst í annaðkvøld. Skotska landsliðið kemur ikki til landið fyrr enn seinnapartin í dag – eitt lítið døgn undan sjálvum dystinum.

Frá Fótbóltssambandinum frætta vit, at skotska landsliðið fer onga venjing at hava á Tórsvølli, áðrenn dystin móti Føroyum. Í staðin hava teir tíðindafund og venjing í Skotlandi, áðrenn fráferð til Føroya seinni í dag.

Veðurlíkindini á flogvøllinum eru góð í dag, men í farnu viku hevði Eysturríki trupulleikar at koma til Føroya vegna mjørka, men sambært Steve Clark, landsliðsvenjara, so er hetta vanligt, eftir at hann gjørdist landsliðsvenjari hjá Skotlandi. Tað kom millum annað fram á tíðindafundi fyri løtu síðani.

– Síðani eg gjørdist venjari, hava vit ikki ferðast tveir dagar áðrenn dyst. Vit ferðast ein dag áðrenn, men vit hava vant á einum graslíkisvølli her á Oriam-venjingarvøllunum, sigur landsliðsvenjari hjá Skotlandi, Steve Clark.

Tá hann verður spurdur, um tað er nakar føroyskur leikari, ið Skotland skal hava eyguni eftir, so nevnir hann einki navn, men sigur leikarin, ið spælir fyri Helsingborg í Svøríki.

Eisini kom fram í tíðindafundinum, at áleyparin Che Adams ikki verður við hópinum til Føroya. Hann fekk ein lítlan skaða í dystinum móti Ísrael leygardagin, tá Skotland vann 3-2 í yvirtíðini.

Skotland fyri 11. ferð

Talan er um dyst nummar 11 millum Skotland og Føroyar, síðan Føroyar fingu limaskap í UEFA og FIFA í 1988.

Í undanfarnu tíggju dystunum, hava 8 verið í EM-undankapping, ein í HM-undankapping, og ein venjingardystur. Tilsamans hava skotar vunnið átta ferðir, tvær ferðir er endað við javnleiki, meðan Føroyar framvegis eiga fyrsta sigurin til góðar.

Fyrsta stigið móti skotum kom í hús í juni mánað í 1999, tá Føroyar og Skotland spældu javnleik 1-1 á Svangaskarði. Og trý ár seinni, í september í 2002, gjørdist úrslitið 2-2.

Síðan 1988 hevur føroyska manslandsliðið spælt í alt 215 altjóða skrásettar A-landsdystir, móti tilsamans 49 ymiskum londum.

Skotland er á øðrum plássi í bólki F, og eru sjey stig aftanfyri Danmark á fyrsta plássi og fýra stig frammanfyri Ísrael og Eysturríki.

Føroyar liggja næstaftast í bólki F við fýra stigum.

Atgongumerki til HM-undankappingardystin millum Føroyar og Skotland, sum verður á Tórsvølli týskvøldið klokkan 19:45, fáast til keyps í Nethandilinum á FSF.fo.