Maðurin, sum fyrr í dag framdi hópdráp á einum barnagarði í Thailandi, er deyður.
Tað váttar thailendska løgreglan sambært BBC.
Talið á deyðum er nú komið upp á 34 fólk, og fleiri enn 20 teirra eru børn. Trý teirra vóru bert tvey ára gomul.
Thailendska løgreglan sigur sambært BBC, at maðurin, sum var fyrrverandi løgreglumaður, men sum varð koyrdur úr løgregluni í fjør fyri rúsevnismisnýtslu, hevði verið í rættinum um morgunin, har hann var skuldsettur fyri brot á rúsevnislóggávu.
Eftir hetta var hann farin í barnagarðin, har hann gjørdist frá sær sjálvum, tá honum gjørdist greitt, at hansara barn var ikki har.
Maðurin byrjaði síðani at skjóta frá hond, áðrenn hann setti seg í bilin og koyrdi hann inn í eina mannamúgvu og slapp sær til rýmingar. Løgreglan vil vera við, at eftir hetta fór løgreglumaðurin til húsar, har hann myrdi konuna og barnið.
Almenni miðilin í Thailandi boðar frá, at maðurin varð vápnaður við høglbyrsu og knívi, og løgreglan hevur heitt á fólk ikki um at senda út mynda- og videotilfar frá barnagarðinum, nú ótespiligt miðlatilfar er farið í umferð á sosialum miðlum.
Løgreglan í Thailandi sigur, at maðurin hevur eisini skotið seg sjálvan.