Brexit og allar gølurnar hjá Boris Johnson hevur fingið bikarið hjá skotum at flóta yvir. Skotsku leiðararnir halda, at nú er tíðin komin til at loysa seg frá felagsskapinum við Ongland, Wales og Norðurírland.
Í gjár, týsdagin, kunngjørdi skotski forsætisráðharrin, Nicola Sturgeon, ítøkiliga ætlanir fyri at loysa Skotland – við sínum 5,5 milliónum íbúgvum – frá restini av Bretlandi.
– Skotland fer at hava eina nýggja fólkaatkvøðu um skotskt sjálvræði tann 19. oktober í 2023, segði hon frá talarastólinum í parlamentinum í Edinburgh í gjár.
Á atkvøðuseðlinum fer at standa hesin spurningur:
“Skal Skotland vera eitt sjálvstøðugt land?”
Í 2014 atkvøddu skotar eisini um tað sama, og tá atkvøddu 55 prosent ímóti at kappa 300 ára gomlu bondini til Bretland. Hetta var áðrenn Brexit, áðrenn Bretland fór úr ES-samarbeiðnum, men í eftirtíðini av Brexit hava skotar verið alt annað enn nøgdir við nýggja veruleikan hjá Bretlandi, og tí metir Nicola Sturgeon, at nú er rætta tíðin komin til at taka uppgerðina og loysa frá Bretlandi.
Fara í hægstarætt
Ístaðin fyri at lata uppskotið um fólkaatkvøðu komandi ár fara til atkvøðu í skotska parlamentinum, soleiðis at bretskir juristar kunnu møguliga fara at bjóða uppskotið av, so hevur stjórnin í Skotlandi latið spurningin til hægstarætt í Bretlandi at avgera, hvørt tað kann lata seg gera at hava fólkaatkvøðu um spurningin.
– Tað harmar meg sera nógv, at tað er vorðið neyðugt at fara handan vegin.
(Nicola Sturgeon í brævi til Boris Johnson)
Dómstólurin skal nú avgera, um tað er eitt løgfrøðiliga grundarlag fyri, at skotska stjórnin kann hava eina ikki-bindandi fólkaatkvøðu um skotskt sjálvræði – uttan at hendan fólkaatkvøða ikki fyrst hevur fingið eitt blátt stempul frá bretska forsætisráðharranum, Boris Johnson.
Hetta hendir, eftir at Nicola Sturgeon, sambært henni sjálvari, fleiri ferðir hevur heitt á bretsku stjórnina, um at rudda slóð fyri, at ein fólkaatkvøða um skotskt sjálvræði kann fara fram.
Tann fyrsta – og higartil seinasta – fólkaatkvøða um skotskt sjálvræði var 18. september í 2014. Tá søgdu 44,7 prosent av skotum “YAE” til skotskt sjálvræði, meðan 55,3 prosent søgdu “NAY”.