Sveis kundi við sigri tryggja sær víðari luttøku úr bólkaspælinum, meðan skotar skuldu vinna sær æruna aftur eftir lemjandi tapi fyri Týsklandi.
Skotar løgdu betri fyri, og eftir einans 13 minuttir skeyt Manchester United-miðvallarin, Scott Mctominay, bóltin í málið, men tað varð verjuleikarin hjá Sveis Fabian Schär, ið bleiv noteraður fyri málið.
Frøðin vardi tó ikki leingi hjá skotum, tí einans 10 minuttir seinni revsaði Xherdan Shaqiri ein skotskan verjufeil við kassa eitt og skoraði eitt dreymamál.
Í seinna hálvleiki brendi sveisiski Dan N'Doye ein fríleypara áðrenn Breel Embolo skoraði hegnisliga, men var rangstaddur, meðan skotar raktu innaru síðuna av stongini. Bólturin fór ikki aftur í netið, og harvið endaði dysturin við javnleiki 1-1.
Javnleikurin hevur við sær, at Sveis hevur fýra stig og eru í einari góðari støðu, tó uttan at hava tryggja sær víðari luttøku. Skotland liggur á einum triðjaplássi við einum stigi.