Eitt samdøgur eftir, at kommunuvalið var av, var tað greitt, at Karl Johansen eisini fýra tey næstu árini verður borgarstjóri í Klaksvík. Hann og sambandsflokkurin hava skipað samgongu saman við Tjóðveldinum, Javnaðarflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum. Í samgonguni eru tríggjar kvinnur og tríggir menn. Í andstøðu eru fimm fólkafloksmenn.
Sambært Degi og viku í gjárkvøldið var tað tætt við, at Fólkaflokkurin fekk borgarstjórasessin, tí longu undan valinum var samband millum Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin um samgongu.
Í Degi og viku í gjárkvøldið váttaði nývaldi býráðslimurin hjá Sjálvstýrisflokkinum, at tað hevði verið samband millum flokkarnar, og at Sjálvstýrisflokkurin var áhugaður í at fara í samgongu við Fólkaflokkin. Sjálvstýrisflokkurin hevði eitt krav til Fólkaflokkin, men tað vildi Fólkaflokkurin ikki játta Sjálvstýrisflokkinum, og so endaði tað við, at Sjálvstýrisflokkurin fór í samgongu við hinar tríggjar flokkarnar.
Í gjárkvøldið vildi Sylvia Thomsen ikki siga, hvat kravið var, sum tey settu Fólkaflokkinum. Onkur hugsar møguliga, at Sjálvstýrisflokkurin kravdi at fáa borgarstjóran, tí í verandi samgongu hevur Sambandsflokkurin borgarstjóran, sjálvt um tað bara er ein sambandsmaður í samgongu við fimm fólkafloksfólk.
Men hetta var ikki kravið hjá Sjálvstýrisflokkinum. Dimma.fo veit frá álítandi keldum í Fólkaflokkinum, at kravið hjá Sjálvstýrisflokkinum var, at Fólkaflokkurin skuldi hava annað evni at vera borgarstjóri enn Jógvan Skorheim. Sjálvstýrisflokkurin vildi ikki fara í samgongu við Jógvani Skorheim sum borgarstjóra.
Á valinum fyri fýra árum síðani var Jógvan Skorheim formaður í Sjálvstýrisflokkinum og sjálvur annar valdur fyri flokkin í býráðið. Stutt eftir meldaði Jógvan Skorheim seg úr flokkinum, og hesa ferð var hann á fólkaflokslistanum. Hann og fleiri í Fólkaflokkinum í Klaksvík ætlaðu, at hann skuldi verða borgarstjóri. Nú takkaðu gomlu floksfelagarnir hjá honum fyri seinast. Jógvan Skorheim rýmdi úr Sjálvstýrisflokkinum, og tey í Sjálvstýrisflokkinum vilja ikki velja fyrrverandi floksformannin og borgarstjóran fyri Sjálvstýrisflokkin til borgarstjóra.
Jógvan Skorheim fekk 225 persónligar atkvøður og var fyrstvaldur í býráðið. Tí verður tað hann, sum fer at kalla býráðið saman at skipa seg. Fólkaflokkurin roynir framvegis at fáa onkran í nýggja meirilutanum at skifta síðu, men í løtuni sær tað ikki út til at fara at eydnast.
Sylvia Thomsen varð týsdagin vald fyri fyrstu ferð í Klaksvíkar býráð. Hon fekk 70 persónligar atkvøður.