Skonnartin Norðfarið TG 674

Helst hevur tað verið í 1981, at Norðfarið varð løgd. Hon endaði, sum so mong onnur skip tá á døgum, á havsins botni

Óli Olsen
13. oktober 2018 kl. 11:29

Í 1929 læt Johan Godtfred úr Vági, sonur Dias á Heyggi, trímastraðu skonnartina Norðfarið smíða í Frederikssund. Hon var 154 tons brutto og hevði 138 hesta tuxham motor. Johan hjá Diasi førdi Norðfarið øll árini, til hann í 1963 seldi Símuni Paula Johansen á Strondum hana.

Johan Godtfred fór blaðungur til skips, fylti 14 á Eysturlandinum. Eftir at hava siglt við føroyskum fiskiskipum, eitt nú trolaranum Royndini úr Vági, í fleiri ár, fór hann í 1925 til Danmarkar, har hann mynstraði sum mátrósur við skipinum Gustav Holm hjá Kongaliga Grønlendska Handlinum.

Um heystið 1926 fór Johan at ganga upp á skúla í Fanø, tók stýrimansprógv í 1928 og skipsføraraprógv várið eftir. Haðani lá leiðin til Frederikssunds, har ið teir vóru í ferð við at leggja seinastu hon á skip hansara, Norðfarið.

Óføra væl lá fyri hjá Johan hjá Diasi at fáa fisk, var altíð millum teir bestu at fiska. Í 1945 vóru teir tveir ísfiskatúrar í Grønlandi. Har fiskaðu teir í juni fulla last eftir fýra-fimm døgum, og í august fiskaðu teir skipið fult aftur eftir átta døgum. Manntømt var í Føroyingahavnini, men í Holsteinsborg fingu teir óføra móttøku, tí at Norðfarið var fyrsta skipið úr danska flotanum, ja úr øllum Evropa, sum kom hagar eftir kríggið.

Í Føroya siglingarsøgu eftir Páll J. Nolsøe verður sagt, at Johan hjá Diasi í 1959 fekk heiðurstekin frá Føroya landsstýri fyri at hava sýnt framúrskarandi røkjuskap.

Tá ið Norðfarið í 1963 varð seld inn á Strendur, fekk hon nummarið FD 89. Útsjóndin var øðrvísi nú. Hon var vorðin umbygd, hevði tvær mastrar, hvalabak, keys og brúgv. Við Anker Gærdum av Strondum sum skipara varð farið til Grønlands við línu. Seinni var Hans David, sonur Símun Paula Johansen, skipari. Teir trolaðu eftir ídnaðarfiski í Norðsjónum, vóru á sildaveiðu við gørnum norðan fyri Føroyar, og so royndu teir eitt skiftið við toskagørnum eisini.

Helst hevur tað verið í 1981, at Norðfarið varð løgd. Hon endaði, sum so mong onnur skip tá á døgum, á havsins botni.


Johan Godtfred, Johan hjá Diasi, úr Vági. Hann átti og førdi skonnartina Norðfarið (Mynd: Tjóðsavnið)