Set eitt x í kalendaran tann 15. november í ár, tí tá verða vit, sambært ST, átta milliardir fólk á klótuni.
Tað eru tvífalt so nógv fólk á jørðini, sum fyri bara 48 árum síðan. Men tað er ikki tað mesta eygnarívandi, ið fer at henda komandi tíðina. Heldur er tað ein hending komandi ár, sum ger tað, at vit mugu umskriva søgubøkurnar: India fer fram um Kina og verður mest fólkaríkasta tjóð í heiminum.
Í meira enn 2.000 ár hevur Kina verið fólkaríkasta tjóðin, eftir at Qin Shi Huangdi – í 221 fyri Kristi føðing – samlaði Kina og skapti Qin-keisaraættina.
Tað búgva í løtuni umleið 1,4 milliardir fólk í Kina og India, men í Kina búgva nakrar fáar milliónir meira. Men meðan íbúgvaratalið í Kina toppar – og nokk fellur longu komandi ár – so er væntandi, at fólkatalið í India fer at vaksa við umleið 15 milliónum fólkum um árið fram til 2030.
Í 2050 roknar ST við, at íbúgvaratalið í India verður næstan 1,7 milliardir – í mun til 1,3 milliardir í Kina, ið er ein beinleiðis avleiðing av, at kinverjar ikki fáa nógv børn, hóast tann illa gitni eittbarnspolitikkurin í Kina endaliga varð sett úr gildi í 2016.
Her ber til at fylgja við, hvussu fólkatalið í heiminum veksur
Lyklatalið er 2,1, sum er talið av børnum (hagfrøðiliga sæð, red.), ið ein miðalmamma eigur at føða, soleiðis at fólkatalið í einum landi ikki skal minka.
Í 2021 vóru føðitølini í Kina í miðal 1,15 barn, meðan tey í India vóru 2,2, sum tryggjar vøkstur og harvið forðar fyri, at tað vera fleiri eldri fólk í mun til yngra ættarliðið, sum er nú við at henda í Kina.
Hetta síggja vit eisini í øðrum londum, sum eitt nú Japan, Italia og Grikkalandi, har ein fimtipartur av íbúgvunum í dag eru yvir 65 ár.
Í India eru “bert” 6,8 prosent av íbúgvunum yvir 65.