Skjótasti málið í EM-søguni
Nedim Bajrami skoraði í kvøld skjótasta málið, sum nakrantíð er skotið í einum EM-endaspæli í fótbólti fyri menn.
Terji Nielsen
15. juni 2024 kl. 21:23
Bara 23 sekund vóru leikt av dystinum millum Albania og Italia í kvøld, tá ið Nedim Bajrami fekk fatur á einum bólti, sum var ætlaður sum ein afturlegging til italska málverjan Donnarumma, og hann var eirindaleysur og legði albanar á odda 1-0. Ongantíð áður er eitt mál skotið so tíðliga í dystinum í einum EM-endaspæli.
Gleðin var tó stokkut hjá albanum, tí áðrenn fyrri hálvleikur var hálvrunnin, høvdu italsku europameistararnir lagt seg á odda 2-1, og tað er framvegis støðan miðskeiðis í seinna hálvleiki.