Skjalasavn á Tvøroyri

Í fjør varð stig tikið til at stovna eitt skjalasavn á Tvøroyri, verkætlanin er veruliga farin at taka skap

Elisa Vang
12. februar 2018 kl. 11:10

Á heysti í fjør samtykti Tvøroyrar Kommuna at veita fígging til eina 3-ára verkætlan, ið hevði til endamáls at skipa eitt skjalasavn á Tvøroyri við tilhoyrandi gransking. Á odda fyri verkætlanina, hevur kommunan sett søgufrøðingarnir og tvørámenninir, Kára Jespersen og Jens Paula A. Nolsøe, hetta skrivar Tvøroyrar Kommunu á heimasíðu sína.

Arbeiðið við at skipa skjalasavnið, ið er staðsett á gamla Ísvirkinum í Kongabrekkuni, er nú komið so mikið áleiðis, at hillaskipanin verður sett upp. Sjálv hillaskipanin er framkomin, og tílíkt er neyðugt, um skjølini skulu liggja trygg og verða lætt atkomulig.

Verkætlanin við skjalasavninum er, sum áður nevnt, sett til trý ár og komandi tíðina koma vit ivaleyst at hoyra meira um arbeiðið við skjalasavninum og teirri atknýttu granskingini.

Ísvirkið, sum í síni tíð var eitt sera framkomið átak her á Tvøroyri, er virðiligur karmur um savningina av skjølum til søguna, skrivar Tvøroyrar Kommuna.