Skipið hjá Paul Watson hevur aftur loyst – við nýggjum flaggi

Hann varð lagdur í summar, tí hann varð strikaður úr skipaskránni, men nú er hann aftur klárur

Nú hevur hann fingið nýtt flagg
Áki Bertholdsen
23. november 2023 kl. 11:40

Skipið hjá Paul Watson, John Paul De Joria, hevur aftur loyst frá bryggjum og er á veg á heimshøvini.

Skipið var í Føroyum í summar har tey brutu føroyska lóg. Skipið varð skrásett í Jamaika og tí kærdu føroysku myndugleikarnir skipið fyri myndugleikunum í Jamaika.

Avleiðingin var, at myndugleikarnir í Jamaika strikaðu John Paul De Joria úr skipaskránni. Síðani hevur skipið ligið í Hull, har tey tey hava gjørt ymsar ábøtur.

Men hann slapp ikki at loysa aftur, tí hann hevði einki flagg. Men nú er greitt, at John Paul De Joria hevur fingið nýtt flagg, tí nú er hann skrásettur á Saint Kitts and Nevis, sum eisini er eitt land í Karibia.

Og nú hevur skipið so loyst út Hull, men sum skilst fáa vit frið fyri honum, í hvussu so er fyribils. Hann hevur nevniliga upplýst, at John Paul De Joria, fer í hernað ímóti ovurfisking við tí, tey kalla supertrolarar, í Biskaya.