Fríggjadagin 15. desembur hevði leiðslutoymið hjá Føroysku Sjómansmissiónini fund.
Ymiskt áhugavert var á skránni, sum støða skuldi takast til.
Tá fundurin var liðugur, takkaði formaðurin, Kári Henriksen, Henry Christiansen, í Leirvík, fyri 15 ár í toyminum. Henry hevur verið bæði trúgvur og drúgvur í leiðsluni, og hevur arbeitt við gleði og ágrýtni.
Í hansara stað er Bogi Kallsberg valdur. Bogi er 52 ára gamal, er familjumaður og býr á Strondum. Hann arbeiðir hjá Bakkafrosti, men áðrenn tað sigldi hann sum stýrimaður og skipari hjá Mærsk í 18 ár.
Bogi er ikki ókendur við arbeiðið hjá Sjómansmissiónini, tí hann hevur vitjað fleiri sjómanskvinnuringar og hevur hjálpt til við Kvinnustevnum.
Henry hevur siglt nógv sum masknmeistari, og tí kann sigast, at skiparin loysir maskinmeistaran av í toyminum.
Vit ynskja Boga vælkomnum í toymið og Guds signing!
Mynd av toyminum: Kári Henriksen, Jákup Jakobsen, Bogi Kallsberg, Johanna Næs, Sólborg í Grund Bøgesvang og Sólrun Poulsen.