Hildið verður, at tvey skip eru rend saman norðan fyri Rønne á Bornholm, og leitað verður nú eftir í minsta lagi tveimum fólkum, ið eru manning umborð á øðrum skipinum.
Við TV2 sigur Forsvarets Operationcenter, at tað er ov tíðliga at siga, hvørt talan í grundini er um tvey skip, ið hava rent á hvørt annað, men at alt bendir á hetta.
Annað skipið er danskt, og hitt er enskt, og tað eru sviðar, ið standa fyri bjargingararbeiðinum.
Annað skipið er hvølvt, og meðan tyrlur hava verið og leitað eftir manningini, er eingin komin aftur í aftur av skipinum enn, og bjargingarfólk vita ikki at siga, um manningin liggur í sjónum, ella um hon inni í hvølva skipinum.
Svenska sjóstýrið sigur kortini, at róp hava verið frá sjónum..
Forsvarets Operationcenter ger greitt, at arbeitt verður út frá, at í minsta lagi tvey fólk skulu finnast, tí manningin á skipinum telur uttan iva í minsta lagi tvey fólk, men at tað ikki er greitt, júst hvussu nógv tey eru.