Tað hevur verið rættiliga friðarligt í nátt. Tað sigur løgreglan í morgun. Tað hevur ikki verið serliga nógv fólk í býnum, men tey sum vóru, gjørdu ikki nógv um seg.
Kortini var ein ungur maður so ólátaður, at hann var til ampa fyri onnur, so hann varð tikin við á støðina at sissa seg aftur. hann fær nú eina bót upp á 1.500 krónur fyri at hava verið til ampa fyri onnur.
Annars hevur løgreglan eisini kannað ferðsuna í nátt. Tey siga, at 25 bilar eru kannaðir í Havn og í Eysturoy , men eingin koyrdi ov skjótt.
Kortini varð ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Spýttroyndin slóð út so nú er blóðroynd eisini tikin av honum fyri at staðfesta, hvussu nógv rúsevni, hann hevði í blóðinum og tað verður so avgerðandi fyri, hvussu málið verður avgreitt.