Meginparturin av bygningunum, sum landið eigur, verða hitaðir við brenniolju. Tað merkir, at tað almenna er ein av størstu olju-brúkarum á landi.
Eitt høvuðsmál hjá samgonguni er at leggja um til grøna orku, og á fíggjarlógini í ár eru fimm milliónir játtaðar til leggja um til grøna orku.
Næsta ár verður játtanin hækkað upp í 7,5 milliónir, men hóast upphæddirnar ikki eru stórar, gera tær stóran mun, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.
Næsta ár er ætlanin, at Landssjúkrahúsið, sum er ein av størstu oljubrúkarunum á landi, og flestu bygningar á Eirargarði, skulu leggja um til fjarhita. Landið sparir tá umleið eina millión litrar av olju um árið, og sostatt minkar føroyska CO2-útlátið umleið 2.650 tons.
Í ár verða tíggju av landsins bygningum fyrireikaðir til grøna orku og teir seinastu av teimum fáa grøna orku næsta ár Talan er fjarhita til skúlan á Trøðni, Setrið á Frælsinum og aðrar bygningar á Frælsinum. Og talan er um hitapumpu til fýra stovnar hjá Almannaverkinum í Eysturoynni og jarðhita til Sanatoriibygningin í Hoydølum.
Henda umlegging svarar til umleið 250.000 litrar av olju árliga, og tað minkar um um CO2 -útlátið frá brenniolju 660 tons um árið.
Ætlaðu orkuumleggingarnar í ár og næsta ár ár svara til umleið 40 prosent av samlaðu oljunýtsluni hjá almennu bygningunum hjá landinum.