Skemtarin vann í Italia

Skemtarin Beppe Grillo og hansara flokkur vann italska valið. Men Grillo vil ikki vera stjórnarleiðari

Jógvan Svabo Samuelsen
9. mars 2018 kl. 15:45

Sunnudagin 4. mars 2018 var tjóðartingsval í Italia. Stóri vinnarin gjørdist lutfalsliga nýggi flokkurin ”5-stjørnurørslan” – ella ”M5S” sum hann eisini verður róptur í Italia – men teir vunnu tó ikki reinan meiriluta. Higartil hevur hesin populistiski protestflokkurin noktað fyri at fara í samgongu við aðrar flokkar. Men sum nógv tann størsti flokkurin eftir tjóðartingsvalið sunnudagin, við umleið triðju hvørjari atkvøðu, eru útlit nú fyri, at henda støða fer at bloytast upp 


Italska tjóðartingið er deilt sundur í tvey kømur. Annað kamarið er Undirhúsið við 630 tinglimum og hitt kamarið er Senatið við 315 senatorum. Bæði kømurini hava umleið somu heimildir, og skal ein samgonga hava meiriluta í báðum kømurum fyri at kunna skipa stjórn. Nýggja italska vallógin, sum bleiv samtykt í 2017, er eitt sindur serlig. Sambært henni verða 37% av mandatunum vald í einmansvaldømum, sum merkir, at bert ein persónur verður valdur í hesum valdømi. 61% av mandatunum verða vald lutfalsliga yvir alt landið. Og seinastu 2% verða vald av italiarum búsitandi uttan fyri Italia. Av tí at valskipanin inniheldur ymsar valhættir, sum ein kann verða valdur eftir, verður vanliga mett, at fyri at vinna reinan meiriluta og harvið kunna skipa stjórn, so skal ein fáa góð 40% av øllum atkvøðunum.


Flokkar og valbólkar

Sum omanfyri nevnt, so skal ein fáa góð 40% av øllum atkvøðunum fyri at vinna reinan meiriluta, og harvið kunna skipa stjórn. Tá tað vanliga er óhugsandi, at ein einstakur flokkur megnar at vinna reinan meiriluta, hava fleiri av flokkunum valt at savna seg saman í valbólkar, fyri harvið at kunna skipa stjórn saman. Teir stóru valbólkarnir eru miðvinstra-valbókurin og miðhøgra-valbólkurin. Í miðvinstra-valbólkinum er tað serliga Demokratiski Flokkurin (PD), sum er stóri stemmuslúkurin. Leiðarin í Demokratiska Flokkinum (PD), Matteo Renzi, hevur eisini verið forsætisráðharri í Italia, frá 22. februar 2014 til 12. desember 2016, tá hann valdi at leggja frá sær, eftir at hann tapti eina fólkaatkvøðu um grundlógarbroytingar.

Í miðhøgra-valbólkinum hevur tað leingi verið flokkurin hjá Silvio Berlusconi ”Framá Italia” (FI), sum hevur gingið á odda. Men hann fekk ein dyggan smeit til tjóðartingsvalið hesaferð, og fór aftur í aðru røð. Fram um hann fór flokkurin ”Norðurdeildin” (Lega Nord) úr norðuritalia. Hesin flokkurin hevði upprunaliga sum stevnuskrá at loysa norðuritalia frá restini av Italia. Flokkurin hevði tí ógvuliga trupult við at vinna sær atkvøður har suðuri í landinum. Men í síðstuni hevur flokkurin skifti bæði politikk og navn. Í dag verður Norðurdeildin vanliga bert nevnd ”Deildin” (Lega), og politikkurin er broyttur frá at skula loysa norðuritalia burtur frá restini av Italia til, at Italia skal skipast sum eitt sambandsríki, har hvør landslutur fær stórt sjálvræði. Hetta hevur givið flokkinum ein breiðari veljaraskara, og gjørdi til hetta tjóðartingsvalið, at hann megnaði at basa Framá Italia og Silvio Berlusconi, í teirra innanhýsis valdysti í miðhøgra-valbókinum.

Mynd: Leiðarin av Demokratiska flokkinum (PD) og fyrrverandi italskur forsætisráðharri, Matteo Renzi, boðaði eftir valið sunnudagin frá, at hann leggur frá sær sum floksformaður eftir vánaliga valúrslitið (Mynd: EPA-EFE/Ettore Ferrari)


Stóri einsamalli vinnarin

Stóri vinnarin til hetta tjóðartingsvalið gjørdist populistiski protestflokkurin ”5-stjørnurørslan” (M5S), sum higartil ikki hevur verið partur av nøkrum valbólki. Sum tann populistiski protestflokkurin tey eru, hava tey einamest útmerkað seg við, at ikki vilja politikk – at ikki vilja samstarva við øðrum flokkum. Og tá tað er sera lítið sannlíkt, at ein einsamallur flokkur kann vinna reinan meiriluta, so merkir hetta í roynd og veru, at hesin flokkur situr eina á síðulinjuni, og gremur seg um alt tað ringa, sum hini gera. Men tað sær út til, at hetta fer at broytast nú. Og tað skal eisini vera lagt afturat, at M5S í 2016 vann borgarstjórasessin í bæði Rom og Torino.

Ein av leiðandi flokslimunum hjá M5S, Riccardo Fraccaro, hevur longu verið úti og sagt: ”Eingin kann skipa stjórn rundanum 5-stjørnurørsluna.” ”Vit fara at taka ábyrgd av at skipa komandi stjórn, men hon fer at verða skipað øðrvísi enn vanligt, vit fara at tosa við allar flokkarnar um, hvat er best fyri framtíð landsins.” Eisini hevur flokkurin upp til tjóðartingsvalið valt at sleppa sær av við nøkur av sínum mest radikalu uppskotum, eitt nú uppskotið um at taka Italia úr NATO-hernaðarsamgonguni, og uppskotið um at taka Italia úr Evropeiska Samveldinum ES.


Skemtarin Beppe Grillo

Maðurin handan stóran vinnaran á tjóðartingsvalinum og tí lutfalsliga nýggja flokkinum 5-stjørnurørslan er 69 ára gamli italski skemtarin Beppe Grillo. Flokkurin bleiv stovnaður tann 5. oktober 2009 av Beppe Grillo og politiska íverksetaranum Gianroberto Casaleggio. Beppe Grillo, sum varð føddur í Genoa í Italia 21. juli 1948, fekk sítt gjøgnumbrot sum skemtari í 1978. Árini 1978 til 1986 var hann við í fleiri sjónvarpsrøðum, og var serliga kendur fyri sína politiska satiru. Eina politiska satiru, sum leiðandi politikkararnir í Italia ikki altíð hildu vera so skemtiliga. Í eini leygarkvøldsskemtisending í 1986 gjørdi hann gjøldur burtur úr italska Sosialistiska Flokkinum og teirra táverandi leiðara Bettino Craxi, sum samstundis var forsætisráðharri í Italia. Hetta førdi við sær, at hann í roynd og veru bleiv bannaður í tí almenna italskum sjónvarpinum RAI framyvir.

Tann 7. desember 1981 hendi ein vanlagna í lívinum hjá Beppe Grillo. Hann var farin koyrandi við bili sínum á einum hernaðarvegi, har tað var bannað hjá vanligum fólki at koyra, og Beppe misti tamarhaldið á bilinum. Bilurin fór á glið í kavanum og Beppe koyrdi útav í eina 800 metra djúpa gjógv. Í bilinum vóru umframt Beppe Grillo eisini fýra av vinfólkum hansara. Beppe megnaði at sleppa sær út úr bilinum, áðrenn bilurin fall niður í gjónna. Trý av hansara fýra vinfólkum í bilinum doyðu av hendingini. Hetta førdi við sær, at Beppe Grillo tann 14. mars 1985 varð funnin sekur í manndrápi. Av tí at hann sjálvur seinni hevur skotið upp, at ein skal hava reina revsiváttan fyri at kunna sita í italska tjóðartinginum, hevur hetta samstundis ført við sær, at hann metir seg sjálvan sum óegnaðan til tjóðartingið. So hóast hann er stovnari og leiðari av størsta italska flokkinum í løtuni, so hevur Beppe sambært sær sjálvum ikki valbæri, og vil tí hvørki stilla upp ella veljast í tjóðartingið ella í stjórn. Men hann vil fegin vera leiðari av floksins valstríði.


Politiski leiðarin í 5-stjørnurørsluni

Tá nú Beppe Grillo ikki sjálvur kann stýra sínum egna flokki politiskt, so er í hansara stað komin 31 ára gamli Luigi Di Maio sum politiskur leiðari og forsætisráðharravalevni. Luigi Di Maio er føddur tann 6. juli 1986 í Avellino í suðuritalia beint uttanfyri Napoli. Hann situr í løtuni sum varaforseti í Undirhúsinum í tjóðartinginum í Italia. Di Maio hevði lisið bæði verkfrøði og løgfrøði á lærda háskúlanum í Napoli, men uttan at gerast liðugur við hvørgan av lestrunum. Í 2007 var hann við til at stovna politiska bólkin ”Vinir hjá Beppe Grillo”, sum var ein av undangongubólkunum til politiska flokkinum hjá Beppe Grillo – 5-stjørnurørslan. Í 2013 varð Luigi Di Maio valdur í Undirhúsið í italska tjóðartinginum fyri 5-stjørnurørsluna. Beint eftir valið, tann 21. mars 2013, varð hann somuleiðis valdur til varaforseta í Undirhúsinum, sum tann yngsti nakrantíð, bert 26 ára gamal.

Í 2017 kunngjørdi veruligi leiðarin í 5-stjørnurørsluni, Beppe Grillo, at hann fór at føra valstríð til tjóðartingsvalið í 2018, men at hann sjálvur vildi ikki vera forsætisráðharravalevni hjá flokkinum. Hetta møtti miklari mótstøðu, tí sagt bleiv, at um 5-stjørnurørslan vann tjóðartingsvalið, ja so fór Beppe Grillo at verða tann veruligi stjórnarleiðarin í Italia, meðan onkur annar so bleiv tann løgfrøðiligi leiðarin. Teir vóru fleiri um boðið innanhýsis í flokkinum um at gerast forsætisráðharravalevni, men í september 2017 bleiv Luigi Di Maio so valdur til forsætisráðharravalevni floksins við stórum meiriluta – við yvir 82% av atkvøðunum. Luigi Di Maio verður samstundis mettur at vera ein tann minst populistiski, men harvið ikki sagt minst populeri, politikkarin í 5-stjørnurørsluni. Og hetta veksur um møguleikarnar hjá bæði honum og flokkinum um at kunnu skipa stjórn, nú flokkurin ikki vann reinan meiriluta.


Stjórnarmøguleikarnir

Tað verður ikki lætt hjá nøkrum at skipa stjórn. Teir klassisku valbólkarnir – miðhøgra-valbólkurin og miðvinstra-valbólkurin – megnaðu hvørgin at vinna reinan meiriluta. Umframt, at hvørgin av hesum valbólkum megnaði at koma upp um 40%, so kom eisini innanhýsis split í. Miðhøgra-valbólkurin, sum vanliga er leiddur av flokkinum hjá Silvio Berlusconi, ”Framá Italia”, misti innanhýsis oddasessin til hin væl meiri høgravenda flokkin ”Deildin” (Lega).

Tað er sagt, at flokkarnir báðir høvdu eina innanhýsis avtalu um, at tann sum fekk flestar atkvøður av flokkunum báðum, hann slapp samstundis at eiga forsætisráðharrasessin. Ein sessur, sum Silvio Berlusconi ætlaði sær at ráða yvir. Gaman í hevur Berlusconi í løtuni forboð ímóti at stilla upp til almennar álitissessir, men hann ætlaði so víst at avgera, hvør so fekk forsætisráðharrasessin í hansara stað. Og honum so líkt, so hevði hann longu tilnevnt henda persón áðrenn valið – italski forsetin í ES-tinginum, Antonio Tajani. Men um henda óalmenna avtalan verður hildin, so verður tað leiðarin í ”Deildini”, Matteo Salvini, sum verður forsætsiráðharravalevni – um hetta yvirhøvur gerst viðkomandi, nú valúrslitið háttaði sær sum tað gjørdi.

Í hinum valbólkinum – miðvinstra – gekk enn verri enn hjá miðhøgra-valbólkinum. Størsti flokkurin í miðvinstra-valbólkinum, Demokratiski Flokkurin (PD), fekk eitt ógvuliga vánaligt val. So vánaligt, at leiðarin í flokkinum og fyrrverandi forsætisráðharrin í Italia, Matteo Renzi, valdi at leggja frá sær dagin eftir valið. Og so er bert vinnarin av tjóðartingsvalinum eftir – Luigi Di Maio í 5-stjørnurørsluni. So nú fáa vit at síggja, um 5-stjørnurørslan kann liva við, at valdið í Italia verður deilt ímillum M5S og onkran annan flokk. Hetta hava teir ikki kunnað livað við higartil. Men tað sær út til, at teir eru blotnaðir nakað kring hetta ultimatum…