Skemtarin Sean Lock er deyður

Tann bretski skemtarin Sean Lock er deyður av krabbameini. Hann gjørdist 58 ára gamal

Sigurjón Einarsson
18. august 2021 kl. 21:57

Bretski skemtarin Sean Lock er deyður av krabbameini. Tað váttar umboðsmaður hansara fyri BBC.

Lock var eitt kent andlit í bretskum sjónvarpi, har hann var við í fleri undirhaldssendingum. Hann var millum annað liðskipari á 8 Out of 10 Cats, har Jimmy Carr var vertur. Sean Lock hevur eisini verið at sæð í QI, Live At The Apollo, The Last Leg, Have I Got News for You og Would I Lie To You.

Í sendingini 8 Out of 10 Cats varð Lock fyri mongum árum síðani spurdur, hvat hann ynskti skuldi standa í minningarorðum um hann.

Turra aftursvarið var:

– Tað leggi eg einki í. Tá eri eg deyður, svarar Lock í einum videobrotið, sum nú verður nógv deilt á sosialum miðlum.

– Hann doyði í sínum heimi, har hann var umgyrdur av nærmastu familjuni til tað síðsta.

– Sean var ein av bestu skemtarum í Onglandi, sigur umboðsmaður hansara.

Í 2000 vann hann eina Brit Awards-viðursløn sum besti skemtari.

Orðabókahøvundurin Susie Dent, sum er kend frá 8 Out of 10 Cats, hevur skrivað hetta á Twitter:

– Eg vildi ynskt, at eg hevði orð fyri at lýsa henda einastandandi mannin, sum var Sean Lock. Men í dag geri eg tað ikki, og eg haldi, at hann hevði dámt tað best soleiðis.  

Her er eitt kent videobrot við Sean Lock í undirhaldssendingini 8 Out of 10 Cats: