Skeinkistað í Havn hevði opið 10 minuttir longri enn loyvt er

Bæði barrvørur og barreigari fáa bót

Áki Bertholdsen
14. september 2024 kl. 09:20

Eftir vanligu reglunum skulu skeinkistøð verða stongd á minátt mitt í viku. Men í summar eru skeinkistøðini í Havn sloppin at hava opið til klokkan tvey um náttina mitt í viku.

Hetta var kortini bara ein roynd og hendan royndartíðin endaði 1. septembur. Men tá ið løgreglan í Havn koyrdi runt í Havnini hóskvøldið, sóu tey at eitt skeinkistað framvegis hevði opið - og skeinkti fyri gestum - 10 minuttir eftir midnátt.

Løgreglan sigur, at hetta fáa bæði barrvørur og barreigari bót fyri og samstundis fær loyvisnnevndin eisini eina frágreiðing um málið.