Á eyka býráðsfundi í gjárkvøldið samtykti býráðið í Vága Kommunu, fíggjarætlanina fyri næsta ár. Skattaprosentið lækkar 0,25 prosent, so næsta ár verður tað 21,50 prosent, og barnafrádrátturin verður verandi 6.500 krónir.
Inntøkurnar í fíggjarætlanini hjá Vága kommunu eru mettarat verða 117,7 milliónir krónur næsta ár og tað er eitt vet meiri enn í ár, tí í ár verða tær mettar at verða 109 milliónir krónur. Hetta er ein vøkstur upp á 8,7 milliónir krónur ella 7,98 prosent.
Kommunuskatturin fyri 2024 er mettur til 89,7 milliónir krónur. Tað er 6,38 prosent meiri enn metta kommunuskatturin fyri í ár. Partafelagsskatturin verður mettur at vera fýra milliónir krónur næsta ár og skattur frá eftirlønargjøldum er mettur at verða 22,9 milliónir krónur. Inntøkur í samband við DIS, FAS og frádráttir eru mettar til 5,3 milliónir krónur.
Rakstrarútreiðslurnar hjá kommununi í fíggjarætlanini fyri 2024 eru 106,9 milliónir krónur, í ár eru tær 101,5 milliónir krónur. Tað er ein vøkstur á 4,61 prosent.
Íløgurnar í fíggjarætlanini fyri 2024 eru mettar til 31 milliónir krónur. Millum íløgurnar eru útbygging av dagstovninum Sóljugarði í Sandavági, heilsudeplinum í Miðvági og umvælingar á ellisheiminum á Sýnini.
Harafturat verður graslíkið á vøllinum í Miðvági skift, samanbinding av Ápramsvegi og Tvørgarðsvegi, útbygging av kirkjugarðinum í Sandavági, umvæla Haraldstovuhandilin til íverksetaraumhvørvi og íløgur í grøna orkuskiftið.
Umframt nevndu íløgur, verða fleiri aðrar smærri og størri ábøtur gjørdar á rakstrarsíðuni í 2024.
Teyt siga eisini, at kommunan hevur grundstykki til taks til sethúsabygging og og øðrum bústøðum