Tingfundurin fríggjadagin við bert framløgu á skránni, var heldur sjáldsamur, tí starvsfólk í Løgtinginum vóru í samhugaverkfalli við sjúkrarøktarfrøðingunum.
Tí var stjórin í Løgtinginum sjálvur tingskrivari, onki var lagt út á heimasíðuna og onki tingvarp var sent.
Fyri kortini at kunna um lógaruppskotini, sum skulu lætta um skattin hjá okkum, hevði landsstýrið tíðindafund í Tinganesi, har upplýst var um skattalógirnar og inntøkulógirnar, sum skulu fíggja skattalættan.
Týsdaqgin fáa tingfólk so møguleika at viðgera lógaruppskotini. Viðgerðin hevur skund, tí lógirnar skulu koma í gildi frá 1.janur og eru sjálvandi eisini ein partur av fíggjarlóginim sun kemur í gildi á nýggjárinum.
Allur skattalættin verður at síggja eftir 1.januar 2025