Skattatrýstið í Føroyum er minkað

Í fjør hevði tað almenna góðar 10,2 milliardir krónur í inntøkum av skatti

Inntøkurnar á skrásetingargjaldi av bilum er minkað
Áki Bertholdsen
13. oktober 2023 kl. 10:39

Skattatrýstið í Føroyum minkar! Tað staðfestir Hagstovan í eini nýggjari uppgerð.   

Hagstovan sigur, at í fjør var skattatrýstið í Føroyum 40,6 prosent. Skattainntøkurnar hjá tí almenna vóru størri í fjør enn undanfarin ár. Men samstundis er bruttotjóðarúrtøkan økt lutfalsliga meira enn skattainntøkurnar, og tí er skattatrýstið minkað.

Í fjør vóru skattainntøkurnar hjá tí almenna góðar 10,2 milliardir krónur. Inntøkurnar øktust 621 milliónir frá 2021 til í fjør.

Hagstovan sigur, at í fjør skattatrýstið tað lægsta síðani 2016. Skattatrýstið hækkaði munandi í 2020, tá ið koronufarsóttin brast á, tí tá var tað 43,8 prosent. Skattatrýstið er síðani lækkað bæði í 2021 og í fjør og nú er tað komið niður á 40,6 prosent. 

Skattatrýstið eru skattir og avgjøld í prosentum av bruttotjóðarúrtøkuni. 

Orsøkin til at skattatrýstið minkar í fjør, er, at bruttotjóðarúrtøkan er økt lutfalsliga meira enn skattainntøkurnar.

Sosialu gjøldini eru gjøld frá bæði arbeiðsgevara og arbeiðstakara. Als, Samhaldsfasti og Heilsutrygd eru dømi um tað.

Sosialu tryggingargjøldini hava ikki verið so stórur partur av skattainntøkunum, sum tey eru í dag. 

Í 2006 vóru sosialu tey sosialu gjøldini átta prosent av skattainntøkunum hjá tí almenna, og í fjør vóru tey sløk 13 prosent. 

Serliga gjaldið til Samhaldsfasta er vaksið lutfalsliga nógv síðani 2015, sigur Hagstovan.

Hesi seinastu tíggju árini hava avgjøldini av vørum og tænastum ligið um 29 til 31 prosent av skattainntøkunum.

Undan fíggjarkreppuni í 2008 vóru avgjøldini ímillum 33 og 35 prosent av skattainntøkunum.

Størsta inntøkan av avgjøldum er meirvirðisgjaldið, sum var næstan 76 prosent av avgjøldunum í fjør. Inntøkurnar frá meirvirðisgjaldinum vuksu fimm prosent í fjør.

Tá ið búskapurin var fyri afturgongd í 2020, minkaði talið á skrásetingum av mortorakførum stívliga seks prosent - uttan á prutlum. 

Talið á skrásetingum hækkaði aftur eitt vet í 2021, men minkaði so aftur næstan 20 prosent í fjør, og tað sæst sjálvsagt aftur í inntøkunum.

Men tann minkandi inntøkan av skrásetingargjøldum er eisini ein avleiðing av, at alsamt størri partur av bilunum eru elbilar og vetnisbilar, , sum ikki eru rinda skrásetingargjald. Inntøkan frá skrásetingargjøldunum var góð 37 prosent lægri í fjørr enn í 2021.