Evald Tang Kristiansen var lærari og rithøvundur. Í dag verður hann sæddur sum ein tann størsti fólkaminnasavnari í tí vesturlendska heiminum. Hann vígdi lív sítt til at savna vísir, ævintýr, sagnir, søgum, løg, orðafelli og annað frá serliga bygdafólkinum í Jútlandi.
Til eftirtíðina savnaði hann heili 3000 vísir, 1000 løg, 2450 ævintýr, 15.000 sangir, talrík orðafelli, rím, gátir og túsundtals av skrivum um sið og gerandislív. Tískil hevur hann síðani sín deyða fingið navnið Skattagravarin. Tað er uttan samanbering honum at takka, at ein stórur musikalskur og søguligur skattur er varðveittur.
Í operuni Skattagravarin verður arbeiðið hjá Evald Tang Kristiansen flættað saman við nútíðina. Komponisturin og librettisturin Mauro Patricelli hevur í støði í upprunaligum fólkasangum sett saman eina biografiska tónleikafrásøgn. Frásøgnum fer fram við dokumentariskum tekstum, orgnialum ljóðfragmentum, filmsbrotum og einum musikalskum universi, sum tekur áhoyraran aftur til jútsku heiðar anno 1867, og inn í eina rannsóknarferð í menniskjans minni.
Operan verður víst sum ein partur av tónleikafestivalinum Norðurlendskir Tónleikadagar. Evnið á festivalinum er røtur. Tað er fyrstu ferð, síðani festivalurin byrjaði í 1888, at hann fer fram í Føroyum.
Atgongumerki til Skattagravaran kosta 150 krónur, ið kunnu keypast á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum www.nlh.fo.
Skattegravarin (2019) verk hjá Mauro Patricelli
Signe Asmussen, sangari
Mathias Seibæk, slagtól
Mauro Patricelli, kembalo
Thommy Andersson, kontrabass
Chano Olskær, trummir
Florient Azoulay, manuskripthøvundur
Søren Meisner, filmslistamaður
Klaus Risager, frásøgufólk (pre-recorded)