Skapa kjak og samrøður gjøgnum film

- Eg vil hava at fólk føla nakað, og fyri meg er filmur ein tann miðilin har fólk engagera seg mest kensluliga

Guðrun í Jákupsstovu
21. august 2017 kl. 12:05

- Eg vil hava at fólk føla nakað, og fyri meg er filmur ein tann miðilin har fólk engagera seg mest kensluliga, sigur Nadia Abraham, sum skipar fyri einum filmsfestivali um minnilutabólkar í samfelagnum í september

(Mynd: Nadia Abraham) 

Næsta mánað, tann 7.-10. september fer eitt forkunnugt tiltak av bakkastokki í Perluni í Tórshavn. Talan er um filmsfestivalin “Faroe Islands International Minority Film Festival” (fø. Føroya Altjóða Minniluta Filmsfestivalur). Hetta er fyrstu ferð at ein festivalur av slíkum slag verður hildin í Føroyum. Á heimasíðu festivalsins stendur, at festivalurin hevur til endamáls at “skapa kjak og samfelagsbroytingar gjøgnum film og list”. Festivalurin fer at seta sjóneykurnar á minnilutabólkar kring heimin, serliga innanfyri tey sokallaðu LGB+ og QTPOC - samfeløgini (sum stendur fyri Lesbian, Gay, Bisexual, Queer, Transgender and People of Colour). Festivalurin hevur tískil tað endamál at varpa ljós á lívið hjá minnilutabólkum kring heimin – sum eisini finnast í Føroyum – og opna upp fyri kjaki og vónandi minka gjáirnar millum fólk.


Mentanaraktivistur

Høvuðsfyriskiparin av festivalinum er Nadia Abraham. Nadia er fødd og uppvaksin í Føroyum, men meginpartin av hennara vaksnu árum hevur hon búð uttanlands, millum annað í Svøríki, USA og fyri tað mesta í Danmark.

Pápi Nadiu er palestini, og hon er tískil uppvaksin í Føroyum, altíð vitandi at hon var eitt sindur øðrvísi. Hon leggur dent á, at hon ikki hevur upplivað rasismu ella at fólk hava verið órein, men at onkutíð verður ein krønika søgd í spølni, ella óvitanleika, sum í veruleikanum ikki er so stuttligt. Tað var eyðsæð fyri Nadiu, at í Føroyum eru fólk ikki so von við fólk ið víkja frá norminum - tað vil siga fólk, ið ikki eru hvít og hinskynd. Alt ið víkur frá hesum norminum, litt fólk, samkynd, tvørkynd og annað er tískil sætt sum øðrvísi. Sum heild er tað meira tað óvanliga í at vera ein minniluti í Føroyum, sum er vert at hyggja at og royna at tosa meira um.

Nadia hevur lisið útinnandi leiklist (en. performing arts) við universitetið í Göteborg í Svøríki, og hevur ígjøgnum sítt yrki innan mentan og list komið víða um. Ikki bert geografiskt men eisini víða um í tí mosaikkini, sum mannaættin er. Hetta hevur víst seg at vera umráðandi fyri sjálvsmyndina hjá Nadiu, sum lýsir seg sum ein mentanaraktivist. Hon greiðir frá, at hennara aktivisma byrjaði, tá hon hitti nøkur tvørkynd fólk úr Pakistan. Hetta vóru fólk man ikki trúði vóru til, og tað hevur ríkað og sett lit á tilveruna hjá Nadiu at hava hitt tey og hoyrt um teirra lív.

Eftirsum at Nadia er føroysk, men er komin so víða um, er ringt ikki at samanbera alt hon sær og lærir við Føroyar. Føroyar hava leingi verið, og eru enn í størstan mun, eitt sera hvítt land, har hinskyndleiki er sæddur sum normurin. Men heimurin gerst alsamt meira alheimsgjørdur, og við hesari alheimsgerðini fylgja meira flótandi mørk og fólk flyta meira runt og búsetast aðrastaðni meira enn áður. Hetta sæst, um enn í eitt sindur minni mun, eisini aftur í Føroyum. Um Føroyar skulu megna at vera eitt multimentanarligt land, so mugu tær eisini læra at opna upp fyri ymsum lagnum, samleikum og mátum at liva og elska uppá.


Flyta normar við filmi

Ígjøgnum hesi mongu ymsu lív og lagnur ið Nadiu hevur hitt, kveiktist hugskotið um ein føroyskan filmsfestival. Arbeiðið tók dik á seg í desember í fjør, og í næsta mánaða í ár verður festivalurin, Faroe Islands International Minority Film Festival, hildin á fyrsta sinni.

Nadia heldur sjálv, at filmur er ein tann sterkasti miðilin sum er, tá tað kemur til at siga søgur.  - Eg vil hava at fólk føla nakað, og fyri meg er filmur ein tann miðilin har fólk engagera seg mest kensluliga, greiðir Nadia frá.

Við filmunum, sum festivalurin ætlar at vísa, vil Nadia leggja upp til samrøður og kjak. Hon greiðir frá, at tey hava bjóðað einari rúgvu av fólki at koma til Føroya at vera við á festivalinum, til at greiða frá teirra lívi sum partur av einum minnilutabólki. Hetta er millum annað fólk sum hava verið við at leikstýrt filmarnar, ella fólk ið eru beinleiðis ávirkaði av søgunum, ið filmarnir fortelja.

Nadia greiðir frá, at endamálið við festivalinum er at vísa litbrigdi av heiminum, sum vit ikki kenna hann so væl í Føroyum og vónandi víðka sjónarringin hjá fólki, við upplýsing, søgum og forvitni.

- Fólk eru ikki beinleiðis rasistisk ella homofobisk í Føroyum. Men fólk eru ikki líka von við tað, ið víkur frá norminum í Føroyum. Vit eru eitt sera hvítt land, og tá man ikki er vanur við tað ið er øðrvísi, so er tað sjálvsagt at har er ein skortur av vitan og upplýsing.

Nadia vísir á, at hetta millum annað sást aftur í kjakinum, sum stóðst av hjúnarbandslógini og spurningin um samkynda giftu.


Interaktivar samrøður og interaktiv list

Filmarnir ið vera vístir eru nógvir og fjølbroytnir. Teir eru framleiddir um allan heim, millum annað Pakistan, Suður-Korea, Suðurafrika, USA og nógva aðrastaðni. Nadia greiðir frá, at eftir hvønn film verður høvi at seta spurningar til hesar ymsu persónarnar og sostatt helst fáa eitt upplýsandi og siðiligt kjak upp at standa.

Nadia leggur dent á týdningin av, at fáa gestir at tosa og spyrja spurningar.

- Tað kann tykjast so fjart og ringt at skilja, tá man bara hoyrir um til dømis at liva sum tvørkyndur. Men tá tú stendur yvirav hesum persóninum, hesum lívinum, og kanst samskifta, tá gerst tað veruligt. Broytingarnar henda, tá man sleppur inn í hjarta á fólki.

Interaktiviteturin fer fram á nógvar ymsar mátar. Burtursæð frá møguleikanum at spyrja leikstjórar og umboðandi av hesum ymsu minnilutabólkunum, verður eisini pallborðskjak har Heini í Skorini verður orðstýrari.

- Tað verður sum heild lagt upp til at involvera luttakararnar so nógv sum gjørligt, so vit fáa nógvar spurningar upp at venda og so fólk føla at tey læra og skilja hvønn annan betri, sigur Nadia.

Umframt film og beinleiðis samrøður, so spælir list sum heild ein stóran leiklut í hesum festivalinum. Nadia leggur dent á, at listin hevur nógvar ymsar tangentar at spæla uppá tá tað kemur til at fáa fólk involveraði, til at læra og skilja. Hóast festivalurin nýtir film sum høvuðsmiðil, so verða har eisini listasýningar og installasjónir og mangt annað at fara til, sum er knýtt at hesum festivalinum.

Tey hava eisini fingið eitt samstarv við Gl. Bókahandil í lag at selja eina bók, ið tengist hesum tiltakinum, sum fer at vera til keyps meðan festivalurin stendur á. Sostatt verður festivalurin ein gjøgnumførd listarlig sansauppliving, har myndlist, bókmentir, og fyrst og fremst filmslist arbeiða saman fyri at tæna einum felags endamáli: At upplýsa um minnilutabólkar kring heimin og í Føroyum, fagna ymiskleikanum og skapa siðilig og neyðug kjak.


Spent og forvitin undirtøka

Nú eru bert góðar tríggjar vikur til festivalurin fer av bakkastokki fyri fyrstu ferð. Nadia fortelur, at undirtøkan hevur verið blandað, men tó fyri tað mesta jalig. Um fólk ikki hava verið beinleiðis spent og glað um eitt slíkt tiltak, so hava tey mest verið forvitin. Nadia vónar at hetta forvitnið fær fólk at ressast og koma á festival. Bert 150 atgongumerki eru til sølu, og Nadia vónar at fáa eina fjølbroytta fjøld at møta upp.

- Føroyar eru broyttar sera nógv, bara síðan eg var barn, greiðir Nadia frá.

- Eg havi tískil góðar vónir um at hetta fer at vera væl móttikið, hóast hetta kanska ikki eru filmar ið føroyingar flestir eru vanir at síggja.