Skannarin í Klaksvík: Talan er ikki um illvilja úr Havn

Tey mangla eina avtalu, áðrenn skannarin kann brúkast til fulnar

Skannarin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið virkar ikki til fulnar enn, men tað verður í nærmastu framtíð, sigur Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Áki Bertholdsen
7. juni 2024 kl. 09:19

Tað er ikki orsakað av illvilja frá Landssjúkrahúsinum, at skannarin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi ikki enn verður brúktur til fulnar.

Tað sigur Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Tað var stórur dagur í føroyska heilsuverkinum tá ið ein sera framkomin MR skannari varð tikin í brúk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Eitt úrslit er, at nú kunnu nógvir sjúklingar, sum higartil hava verið sendir Danmark, ístaðin verða skannaðir í Klaksvík.

Serliga hevur verið nevnt, at hetta er eitt stórt framstig fyri sjúklingar, har illgruna er um at teir hava prostata-krabba.

Síðani hevur tað vakt ans, at framvegis verða fleiri prostata-sjúklingar, sum annars skuldu havt verið skannaðir í Klaksvík, kortini sendir til Danmarkar.

Í hesum sambandi hava norðoyingar róð framundir, at tað er illvilji frá Landssjúkrahúsinum, og leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum annars, at sjúklingar kortini verða sendir til Danmarkar, hóast ætlanin var, at teir skuldu skannast í Klaksvík.

Alexandra á Dul vísir aftur, at talan er um illvilja. Tvørtur ímóti sigur hon, at arbeiðið at fáa alt í rættlag á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, fær dyggan stuðul frá allari leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum, við tí endamáli at fáa skannarin at virka til fulnar.

Hon sigur, at fólk eiga at minnast til, at tað eru ikki meiri enn 14 dagar síðani, at skannarin var tendraður, og tað tekur tíð at fáa alt í rættlag.  

– Skannarin verður brúktur hvønn einasta dag, men tað krevur tilvenjing at arbeiða við honum, sigur stjórin.

Hon sigur, at tí eru tey byrjað í smáum við skanningum, sum tey longu duga og eru von at gera.

Sum tíðin líður verða starvsfólkini alsamt betri vand at brúka skannaran, og tí verða eisini alsamt fleiri skanningar gjørdar.

Ein orsøk til, at prostata-skanningar ikki verða gjørdar enn, er, at avtalan við sjúkrahúsið í Ålborg, er ikki endaliga avgreidd enn.

– Føroyskir prostata-sjúklingar, sum verða sendir av landinum, verða sendir á sjúkrahúsið í Ålborg. Tí liggur tað eisini beint fyri at gera eina avtalu við tey, nú vit hava okkara egna skannara, sigur Alexandra á Dul.

Tað er ein avtala um at viðgera skannaðu myndirnar og um víðari viðgerðir, har tað er neyðugt.

Jóhan Poulsen, urologur á sjúkrahúsinum í Ålborg, og sum eisini arbeiðir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi við regluligum millumbilum, sigur, at alt er klárt so tað er bara at fara ígongd at skanna fyri prostata í Klaksvík.

Men Alekandra á Dul sigur, at hetta er ikki heilt rætt, tí avtalan við sjúkrahúsið í Ålborg kann ikki sigast at vera til staðar fyrrenn hon er undirskrivað og formliga sett í gildið.

– Tað er ikki hent enn, men arbeitt verður av øllum alvi fyri at fáa tað avgreitt - og tað verður væntandi í nærmastu framtíð, sigur hon.

Hon sigur, at væntandi fara tey at skanna upp til 10 fólk um dagin, tá ið skannarin er komin í fult sving.

Beint nú hava tey skannað upp til seks sjúklingar um dagin, so tað gongur avgjørt tann vegin.  

– Tíðin arbeiðir við okkum og tað verður í nærmastu framtíð, at vit fara at brúka skannaran til fulnar, sigur Alexandra á Dul.