Enn er skannarin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið ikki heilt klárur - men tað verður hann.
Tað sigur Alexandra á Dul, stjóri fyri Klaksvíkar Sjúkrahús í eini stuttari viðmerking til umrøðuna, skannarin hevur fingið seinastu dagarnar.
Fólk hava undrast á, at sjúklingar enn verða sendir til Danmarkar til ymsar MR-skanningar, sum av røttum skuldu kunna verðið gjørdar í Klaksvík.
– At fáa nýggja MR-virksemið upp at standa, hevur verið ein sera stór uppgáva, ásannar Alexandra á Dul.
– Nógv arbeiði er avgreitt, men okkurt er Sjúkrahúsverkið enn ikki komin á mál við, sigur hon.
Hon sigur, at ein uppgáva, tey enn ikki eru komin á mál við, eru skanningar fyri prostata.
Hon sigur, at starvsfólk í Sjúkrahúsverkinum arbeiða miðvíst við at koma á mál við hesum og hon sigur eisini, at hetta er eitt arbeiði, sum fær dyggan stuðul frá øllum í leiðslubólkinum fyri Sjúkrahúsverkið.
– Enn verður skannarin ikki nýttur til fulnar, men tað verður arbeitt miðvíst fram ímóti hesum, so at sjúklingar kunnu fáa øll sløg av skanningum í Føroyum, sigur hon, eisini skanningar fyri prostata, sigur hon.