NORDDOK II skal styrkja filmsumhvørvini í Føroyum og Grønlandi og hjálpa til við at framleiða fleiri heimildarfilmar, ið kunnu breiða meira vitan um ríkisfelagsskapin
Í donsku fíggjarlógini fyri 2021 eru tað settar 27,1 milliónir krónur av til framhald av verkætlanini, NORDDOK I, sum byrjaði í 2019 sum ein avtala millum danska forsætisráðharran, løgmann og formannin fyri Naalakkersuisut í Grønlandi. Yvirskipaða endamálið var, tá sum nú, at breiða vitan um ríkisfelagsskapin út.
NORDDOK II koyrir fram til 2024 og byggir víðari á tær royndir, ið eru gjørdar við stuðulsskipanini tvey tey fyrstu árini við NORDDOK I, men tað nýggja er, at meira fokus nú verður sett á førleikamenning og kervissamstarv. Hetta skal millum annað brúkast til at stuðla uppundir mennandi filmsumhvørvi í Føroyum og Grønlandi og verður stýrt av Det Danske Filmsinstitut.
Í redaktiónini, ið skal meta um innsendu umsóknirnar og taka avgerð, hvørjar verkætlanir skulu fáa stuðul, sita hesi:
• Klaus Georg Hansen, formaður fyri film.gl, Grønland
• Jan Berg Jørgensen, samskiftisábyrgdarhavari, Føroyar
• Heidi Kim Andersen, filmsráðgevi, Det Danske Filminstitut
Tað verður møguligt at søkja um stuðul til førleikamenning og kervissamstarv í april 2022, meðan fyrsta umsóknarfreistin til verkætlanarstuðul er tann 3. mai.
Les meira um stuðulsskipanina her.
Í endanum av 2019 hevði redaktiónin av fyrra útgávuni av NORDDOK fingið í alt 39 umsóknir um menningarstuðul.
Seks av verkætlanunum fingu menningarstuðul og redaktiónin gav framleiðslustuðul til tríggjar filmar:
• “Skål” sum Maria Guldbrandsø Tórgarð og Cecilie Debell hava leikstjórnað
• “Siunissaq – Tað seinasta menniskja” sum Ivalo Frank hevur leikstjórnað
• “Heartist” sum Marianna Mørkøre og Beinta á Torkilsheyggi hava leikstjórnað (er í gerð)