Hetta vikuskiftið eru fleiri steypafinalur í fótbólti.
Sambært upprunaligu skránni vóru tvær finalur í kvøld, men finalan í U-21 kappingini er útsett í ein mánað.
Finalan í kvøld var millum U-16 gentuliðini hjá Skála og B36, og ta finaluna vann Skála 3-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Sara Benjaminsen skoraði fyrsta og triðja málið, og Bjørk Mariusardóttir skoraði eitt mál.
Í morgin er skráin henda:
Kl. 10:00 Víkingur – EB/Streymur (U13 Dreingir)
Dómari: Dominick Troleis
Kl. 11:30 B36 – FC Hoyvík (U13 Gentur)
Dómari: Annika E. Breiðaskarð
Kl. 13:00 HB – B36 (U15 Dreingir)
Dómari: Annfinn Hjaltalin
Kl. 16:00 HB – NSÍ (U17 Dreingir)
Dómari: Dávid Sjóstein
Kl. 19:15 NSÍ – KÍ (kvinnur)
Dómari: Høgni Madsen