Skála liggur best fyri

1. DEILD: NSÍ hevur mist fleiri stig ímóti báðum grannunum

Jonhard Hammer
6. apríl 2023 kl. 22:52

Tað er leygardagsfótbóltur í ár – bæði á Skála og í Runavík.

Undantakið var í dag, skírisdag, tá ið tað var fult umfar í næstbestui deildini.

Tað eru fýra feløg, sum kappast um tey bæði plássini, sum bera uppflyting við sær. Tey eru NSÍ, Skála, FC Hoyvík og B71. Tað hevur verið roknað við, at NSÍ fór at verða størsti favoritturin at vinna plássið í bestu deildini aftur, sum felagið misti í fjør. Tað kann gott fara at vera, at NSÍ eftir 27 umfør fer at hava tryggjað sær uppflyting. Men higartil hevur tað ikki verið serliga sannførandi hjá teimum í Runavík.

Í dag tapti NSÍ 1-0 á heimavølli ímóti Skála. NSÍ úrtøkan í trimum teimum fyrstu umførunum er ein sigur, ein javnleikur og so tapið á heimavølli í dag. Javnleikurin var ímóti teimum næstbestu hjá B68, sum í fyrsta umfari megnaðu málleysan javnleik í Runavík.

Sigurin í kommunuuppgerðini í Runavík í dag ber við sær, at Skála í løtuni er best fyri av feløgunum, sum kappast um at flyta upp.

Hini bæði liðini, sum eru við í kappingini um at flyta upp, hittust á vøllinum við Løgmannabreyt, har FC Hoyvík vann 2-1 ímóti B71.

Víkingur, sum í dag vann 1-0 í Leirvík ímóti B36, hevur fulla úrtøku eftir trý umfør. Tað er merkisvert, at Víkingur øll árini síðani 2019 er endað á heiðursmerkjaplássi í 1. deild. Í 2020 vann Víkingur gull, og hini trý árini endaði Víkingur  á silvurplássinum. Nú tveir av teimum bestu – Nóa Mnenéy og Gunnar Vatnhamar – eru farnir av landinum at spæla fótbólt, og eingin nýggjur spælari er keyptur til felagið, so fer tað at síggjast aftur á næstbestu manningini, at onkrir av teimum, ið hava roynst best, nú fara at spæla við besta liðnum. So fæst at síggja, um tað enn einaferð fer at eydnast víkingunum at ala spælarar, sum kunnu vera við til at varðveita støðuna bæði hjá besta og næstbesta liðnum.

 

1.deild

Skírisdag

Víkingur – B36 1-0 (0-0)

1-0: Tonni J. Thomsen 76.

 

EB/Streymur – B68 1-2 (0-1)

0-1: Fríði í Túni Petersen 8.

1-1: Hans Pauli á Bø 63.

1-2: Villiam Emil Klein 68.

 

NSÍ – Skála 0-1 (0-1)

0-1: Carlos Filipe De Sousa 44.

 

FC Hoyvík – B71 2-1 (1-0)

1-0: sjálvmál 5.

2-0: Símun Johannesen 51.

2-1: Romulo Bosqueiro 69.

 

HB – KÍ 0-1 (0-1)

0-1: Jóhan Josephsen 4.

Víkingur

3

3

0

0

12

1

9

B68

4

2

1

1

5

4

7

Skála

3

2

0

1

3

1

6

FC Hoyvík

4

2

0

2

7

7

6

3

2

0

1

5

5

6

NSÍ

3

1

1

1

2

1

4

B36

3

1

0

2

4

4

3

B71

3

1

0

2

3

5

3

HB

3

1

0

2

2

6

3

EB/Streymur

3

0

0

3

3

12

0