Í gjárkvøldið vann Skála 4-1 á heimavølli ímóti næstbesta B36 liðnum. Hóast tað resta seks umfør, og síðsta umfar verður fríggjadagin 27. oktober, tá ið Skála fær vitjan av næstbesta HB liðnum, so er tað longu nú greitt, at Skála hevur vunnið uppflyting, og at tað í 2024 aftur verður sunnudagsfótbóltur undir Mýruhjalla. Skála hevur 52 stig, og tað ber ikki til hjá hinum feløgunum, sum hava møguleika at flyta upp, at fáa fatur á Skála.
Steðgurin hjá Skála í næstbestu deildini verður á hesum sinni bara eitt ár. Í fjør endaði Skála aftast í bestu deildini. Tað eyndaðist bara at vinna 10 stig. Í fjør var danski Michael Bjørn Nielsen venjari, og í vetur var tað lokali Pauli Poulsen, sum tók ábyrgdina á seg at vera oddamaður, nú takið var at lyfta liðið aftur í bestu deildina, og nú er tað eydnast, sum Pauli og nevndin á Skála setti sær fyri saman við spælarunum.
Í gjárkvøldið var tað portugisiski álopsspælarin Carlos Ferreira, sum skoraði øll fýra málini. Hann er nú - saman við Tijani Mohammed hjá B71 – toppskjútti í næstbestu deildini. Teir hava skorað 16 mál í part.
Carlos Ferreira er einasti útlendski spælarin á Skála. Teir flestu eru uppaldir í felagnum, og so eru onkrir aftrat, tí teir eru fluttir á vestara arm av Skálafjørðinum at búgva, ella tí teir hava roknað møguleikan fyri spælitíð í næstbestu deildini at vera størri á Skála, enn har teir komu frá.
Hitt felagið, ið fer at flyta upp, er NSÍ, sum saman við Skála flutti niður úr bestu deildini í fjør. NSÍ flutti í fjør niður við 21 stigum – átta færri enn AB á áttanda plássi hevði. Frá á ólavsøku í fjør var Sámal Erik Hentze venjari hjá NSÍ, og hann er framvegis venjari í Runavík.
Enn er tað ikki endaliga avgjørt, at NSÍ fer at flyta upp, men tað er bara ein spurningur um tíð. NSÍ hevur 48 stig, og nú tað resta seks umfør er NSÍ 20 stig frammanfyri B71. Sandoyingar eiga útsettan dyst á ímóti næstbesta HB liðnum. Tí er tað ikki enn púra vist, at NSÍ fer at flyta upp.
21. umfar
KÍ – B71 0-0
Víkingur – NSÍ 0-3 (0-1)
0-1: Búi Egilsson 6.
0-2: Steffan A. Løkin 89.
0-3: Steffan A. Løkin 90.
Skála – B36 4-1 (2-1)
1-0: Carlos Ferreira 1.
2-0: Carlos Ferreira 18.
2-1: Marius Árting Allansson 40.
3-1: Carlos Ferreira 62.
4-1: Carlos Ferreira 72.
EB/Streymur – HB 2-3 (0-1)
0-1: Øssur Hjalt Mohr 24.
0-2: Rani W. Sørensen 53.
0-3: Páll Fríði Ziskason 60.
1-3: Ragnar B. Danielsen80.
2-3: Virgar Jónsson 84.
FC Hoyvík – B68 3-1 (1-0)
1-0: Fríði á Borg 4.
2-0: Rói Jacobsen 64.
3-0: Rói av Fløtum br 72.
3-1: Sjúrður Saltá 92.+
Skála | 21 | 17 | 1 | 3 | 59 | 18 | 52 |
NSÍ | 21 | 15 | 3 | 3 | 52 | 18 | 48 |
Víkingur | 21 | 12 | 1 | 8 | 48 | 34 | 37 |
KÍ | 21 | 10 | 2 | 9 | 37 | 35 | 32 |
B71 | 20 | 8 | 4 | 8 | 37 | 35 | 28 |
B36 | 21 | 8 | 3 | 10 | 44 | 36 | 27 |
HB | 20 | 8 | 3 | 9 | 40 | 39 | 27 |
FC Hoyvík | 21 | 7 | 4 | 10 | 37 | 47 | 25 |
B68 | 21 | 5 | 2 | 14 | 22 | 57 | 17 |
EB/Streymur | 21 | 1 | 3 | 17 | 20 | 77 | 6 |
Máltindurin | |
Carlos Ferreira Skála | 16 |
Tijani Mohammed B71 | 16 |
Steffan A. Løkin NSÍ | 13 |
Jóhan Josephsen KÍ | 11 |
Marjus Nón Skála | 10 |
Meinhard Janusarson Skála | 10 |
Rani W. Sørensen HB | 10 |
Leygardagin 16. september
NSÍ – EB/Streymur
Skála – KÍ
FC Hoyvík – Víkingur
B36 – HB
B71 – B68