Skal Tórshavnar kommuna byggja íbúðir?

Er tað uppgávan hjá Tórshavnar kommunu at byggja íbúðir...? Skulu skattapengarnir hjá okkum brúkast til at loysa bústaðar neyðina? Gaman í eru inntøkurnar høgar í Tórshavnar kommunu, men skal alt brúkast til at loysa bústaðarneyðini, tvs til bygging av eldraíbúðum, lestraríbúðum ella evt lutaíbúðum?

Dánial Hansen
5. november 2024 kl. 15:57

Er tað uppgávan hjá Tórshavnar kommunu at byggja íbúðir...? Skulu skattapengarnir hjá okkum brúkast til at loysa bústaðar neyðina? Gaman í eru inntøkurnar høgar í Tórshavnar kommunu, men skal alt brúkast til at loysa bústaðarneyðini, tvs til bygging av eldraíbúðum, lestraríbúðum ella evt lutaíbúðum?

Eg meini at her misskilja fólk okkurt. Tórshavnar kommuna skal skipa karmarnar, soleiðis at grundstykkir og útstykkingar eru tøk at byggja á. Lat feløg sum hava áræði taka sær av bygging. Tórshavnar skal hugsavna seg um at reka eina kommunu á ein skynsaman hátt. Tað hevur týdning at Tórshavnar kommuna í komandi tíðum, hugsavnar seg um sínar kjarnuuppgávur, alt fyri at geva okkum øllum eina betri kommunu.

Uppgávan er at skapa trivna ímillum tey, sum her búgva. Tí má raðfestast og gerast lang tíðar ætlanir. Ja tað skal útstykkjast enn meira, og vit ynskja fleiri bústaðarmøguleikar. Tí skal leggjast ein ætlan, soleiðis at vit koma nærri málinum.

Tórshavnar skal í komandi tíðum:

  • Útstykkja meira til íbúðarbygging í allari kommununi

  • Altíð hava tøk grundstykkir tøk í allari kommununi

  • Leggja lunnar undir stórar útstykkingar til íbúðarbygging av øllum slag

  • Fáa eitt samstarv við Bústaðir um bygging av eldraíbúðum og øðrum íbúðum

  • Geva vinnufyritøkum, feløgum, privat persónum og evt pensjónsfeløgum møguleikan at gera íløgur í íbúðarbygging


Latið okkum sum kommuna stýra á rættari kós, og skapa karmarnar. Tað er tað alt snýr seg um, saman standa vit sterk, og tí hevur tað týdning at øll í felag lyfta uppgávuna saman.

Sex X við Dánial Hansen, valevni fyri Fólkaklokkin