Skal ólavsøkukabarett verða í ár?

- Vit ivast ikki í at onkur situr við eini rúgvu av hugskotum, og hava hug at royna seg, so haldið tykkum ikki aftur, skrivar Sjónleikarhúsið

Fríðmundur Nattestad
4. mars 2024 kl. 18:45

Kabarettin í Sjónleikarhúsinum er ein siðvenja hjá nógvum ólavsøkugestum, men í fjør var ongin kabarett á skránni.

Nú leitar Sjónleikarhúsið eftir fólki, sum hava hug til at skipa fyri kabarettini.

- Eingin kabarett kemur av sær sjálvum. Tað skulu fólk til, sum hava hugflog, humor og árræði. Og teimum sóknast vit eftir nú. Hava vit ikki flent, undrast og verið skelkað av tí, sum farið er fram hetta seinasta árið?, skrivar Sjónleikarhúsið.

- Vit ivast ikki í at onkur situr við eini rúgvu av hugskotum, og hava hug at royna seg, so haldið tykkum ikki aftur - sendið teldupost til Sjónleikarhúsið, so taka vit tað harfrá.

Til ber venda sær til Sjónleikarhúsið umvegis teldupost á sjonleik@olivant.fo ella sjonleik@sjonleik.fo