Sarah Mahfoud hevur vunnið 12 av 13 dystum
Skal nú dystast ímóti »Slaktaranum«
Sarah Mahfoud skal aftur í ringin. Dysturin verður í Royal Arena í Keypmannahavn seinni í hesum mánaðinum
Áki Bertholdsen
12. mai 2023 kl. 13:18
Fríggjakvøldið 26. mai fer hálvføroyski, kvinnuligi nevaleikarin, Sarah Mahfoud aftur í ringin.
Tá fer hon í dyst ímóti italska nevaleikara num, Veronica Tosi, sum er so sterk, at tey kalla hana Slaktarin.
Sarah Mahfoud hevur hevur vunnið 12 dystir og hon hevur bara tapt ein og tað var HM dysturin herfyri. Men tey vænta at dysturin í Royal Arena verður harður.
Dysturin verður í Royal Arena í Keypmannahavn og fyriskipararnir siga, at italski nevaleikarin er sterk, kvik og ágangandi - og hon slær hart.
Men Sarah Mahfoud ætlar ikki at undirmeta italsku mótstøðukvinnuna, tí hon er fullgreið yvir, hvussu góður nevaleikari hon er.