"Skál" nógv mest sæddi filmur á CPH:DOX

Samskipari av CPH:DOX upplýsir fyri Dimmalætting, at "Skál" var nógv tann mest sæddi heimildarfilmurin á festivalinum

Sigurjón Einarsson
12. mai 2021 kl. 09:23

Politiken gav heimildarfilminum "Skál" ikki færri enn seks stjørnur – sum er hægsta talið av stjørnum, ið kann latast.

Nógva umtalan, sum filmurin hevur fingið her heima, men eisini í Danmark hevur ført við sær, at filmurin var mest sæddi filmurin á CPH:DOX í ár. Tað váttar Simon Ørberg, sum er samskipari á festivalinum, fyri Dimmalætting.

- Vit hava tíverri tann politikk, har vit ikki almannakunngera atgongumerkjasøluna á okkara filmum, so eg fái tíverri ikki sagt, hvussu nógv hava sæð filmin. Men eg kann siga so mikið, at “Skál” er nógv tann mesti sæddi filmurin á festivalinum í ár, og nú, tá ið filmurin fer út í biograffarnar, vænta vit nógv av filminum - at enn fleiri fara at hyggja eftir honum, sigur Simon Ørberg.

Filmurin hevur frumsýning í donskum biografum í morgin – Kristi himmalsferðadag – 13. mai, og verður eisini frumsýndur í Føroyum 25. mai.

“Skál” er um Dania, sum er 22 ára gomul og uppvaksin á Toftum. Hon kastar seg út í sín egna ungdómsuppreistur, har trúgv hennara møtir nýggjum tíðum.

Hon er mest bangin fyri at verða útihýst, og ikki verða tikin seriøst sum trúgvandi og sum listafólk. Bangin fyri at verða misskilt.

“Skál” verður millum annað vístur í Keypmannahavn, Aarhus, Odense, Aalborg og Kolding.