Skal í rættin í dag fyri harðskap
Ein maður varð sligin og skumpaður í nátt
Áki Bertholdsen
9. juni 2024 kl. 09:15
Í gjárkvøldið vóru boð eftir løgregluni í Havn, tí ein maður hevði verið harðligur.
Løgreglan sigur, at eitt fólk varð sligið og skumpað og tað fór á Landssjúkrahúsið til viðgerar.
Løgreglan sigur, at ein maður er tikin og hann varð settur í varðhaldið í nátt.
Løgreglan sigur, at hetta málið er so mikið groft, at endamálið er at fáa hann fyri rættin í dag fyri at fáa hann fongslaðan í nakrar vikur fyribils ímeðan tey lýsa málið til fulnar.
Tey vita ikki, hvussu støðan hjá offrinum er, men tað skal so eisini avhoyrast, tá ið høvið verður til tað.