Skal í rættin fyri innbrot og stuldur í fleiri førum

Seinastu tíðina hevur Havnin verið herjað av innbrotum og stuldrum

Áki Bertholdsen
20. oktober 2023 kl. 07:50

Hesa seinastu tíðina hevur Havnin verið herjað av innbrotum og stuldrum í fleiri førum.

Løgreglan sigur, at í gjár varð aftur boðað frá innbroti og í tí sambandi varð ein maður tikin, og hann var settur í varðhald. 

Í hesum sambandi hevur løgreglan sett sama mann í sambandi við eina rúgvu av øðrum málin av samas lagi.

Løgreglan vil ikki siga, hvussu gamal hann er, men talan er um ein vaksnan mann.

Tí verður hann førdur fyri rættin til grundlógaravhoyring í dag við tí endamáli at fáa hann varðhaldsfongslaðn.

Løgreglan ætlar so at brúka hesa næstu tíðina til at lýsa málini út í æsir, eisini fyri at fáa greiði á um hann fleiri fólk kunnu knýtast at innbrotunum og stuldrum.