Ein maður er nú dømdur at sita í fongsli í sjey mánaðir fyri fleiri lógarbrot.
Tað, sum fekk bikarið at flóta yvir, var eitt innbrot í einum sethúsum í Havn mánanáttina. Mánkvøldið vórðu tveir mans tiknir og skuldsettir fyri innbrotið. teir høvdu stolið eina stóra nøgd av rúsdrekka stolin. Løgreglan vildi ikki siga, hvussu nøgdin var, men tað var meiri enn teir gingu borið.
Menninir vórðu settir í varðhaldi, men í gjár varð annar maðurin førdur fyri rættin. Og har varð hann dømdur at sita í sjey mánaðir. Tað vísti seg, at hetta innbrotið var bara tað seinasta í eini røð av lógarbrotum, hesin maðurin hevur framt - og hesa ferð fall hamarin.
Løgreglan sigur, at hann varð dømdur at sita í tvey ár fyri hetta ítøkiliga innbrotið, men hinir fimm mánaðirnir eru fyri gamlar syndir.
Maðurin varð síðani leyslatin og nú gongur hann og bíðar eftir tørnið at sleppa inn at sita. Hin maðurin varð ikki førdur fyri rættin beinanvegin, so hansara mál verður avgjørt eina ferð seinni.