Skal gamla flakavirkið, Bacalao, verða ein framtíðar mentanardepil í Havnini? Ella hava vit yvirhøvur brúk fyri fleiri mentanardeplum?
Hetta eru spurningar, tey fara at vigera á almennum kjakfundi í Reinsarínum Tórsgøtu 26. januar.
Tað er felagsskapurin, Tórsgøta, sum skipar fyri.Tórsgøta fevnir um Reinsaríið, Perluna, Auluna í Finsen, Listahøllina, Ostahúsið, Garasjuna og Smiðjuna í Lítluvík.
Og tað, tey fara at viðgera, eru tað verður á Bacalao, at tónleikarar loksins fáa tey venjingarhølini, tey hava sóknast eftir í áravís. Ella verður tað á Bacalao, at filmsvinnan fer at kunna savnast?
Ella hvussu við einum framsýningarhøli til samtíðarlist?
Kjakfundurin er skipaður soleiðis, at Bárður Dal Christiansen, arkitektur og listamaður, fer at greiða frá, hvussu vit kunnu gera Bacalao til ein mentanardepil.
Síðani verður eitt kjakpanel, sum fer at kjakast um alt frá arkitekturi og venjingarhølum til samtíðarlist og filmsvinnu. Og áhoyrarar fáa eisini høvi at seta spurningar og gera viðmerkingar.
Tey, sum sita við kjakborðið, eru:
- Jón Hammer, umboð fyri filmsvinnu
- Dánjal á Neystabø, umboð fyri tónleik
- Jón Sonni Jensen, umboð fyri myndlist og aðra list
- Annfinn Brekkstein, umboð fyri Tórshavnar Kommunu