Skal fyri ríkisrættin

So er tað avgjørt. Inger Støjberg verður koyrd fyri ríkisrættin í einum máli, har 23 pør, ið søkti um friðskjól í Danmark, vórðu atskild á ólógligan hátt

Sigurjón Einarsson
2. februar 2021 kl. 15:59

Fyrrverandi ráðharrakvinnan fyri integratión Inger Støjberg skal stillast fyri ríkisrættin. Tað hevur eitt fleirtal í Fólkatinginum júst atkvøtt um. Hetta er bert sættu ferð, at politikari verður stillað fyri ríkisrættin.

Áðrenn atkvøðugreiðsluna var Støjberg á talarastólinum í Fólkatinginum, har hon segði seg ikki hava givið boð um fremja nakað ólógligt.

- Ein stórur meiriluti heldur, at eg eri skyldig. Men ólíka tykkum, so veit eg, at eg ikki gav boð um at fremja nakað ólógligt.

- Eg fór inn í hetta málið og gjørdi tað, ið eg helt vera tað einasta politiska og menniskjaliga rætta at gera, segði hon beint undan atkvøðugreiðsluni.

139 atkvøddu fyri einum ríkisrættarmáli, meðan 30 atkvøddu ímóti. Norðuratlantisku fólkatingslimirnir atkvøddu ikki.