Sjúrður spyr um miðlastuðul

Grønlendska miðlahúsið Sermitsiaq AG fekk góðar tríggjar millión krónur burtur av donsku stuðulsjáttanini uppá 371 milliónir krónur, tá danski miðlastuðulin var latin í desember í fjør

Sveinur Tróndarson
25. september 2020 kl. 17:28

Hvørjar treytir eru galdandi, tá danski miðlastuðulin verður latin?

Tann spurningin vil Sjúrður Skaale fegin hava danska ráðharran við fjølmiðlamálum, Joy Mogensen (S), at svara uppá í samband við, at grønlendska miðlahúsið, Sermitsiaq AG, í desember í fjør fekk 3,1 millión krónur í donskum miðlastuðli.

Samanlagt fingu donsku miðlarnir 371 milliónir krónur at býta, og henda upphædd varð býtt út til 68 ymiskar móttakarar. Í fjør søktu 14 nýggir miðlar um stuðul, fýra teirra fingu burturav, tíggju fingu noktandi svar. Millum teirra, sum fingu, var grønlendska miðlahúsið.

Í spurninginum sigur Sjúrður Skaale, at hann fegin vil hava at vita hvørjar treytir eru galdandi fyri, at grønlendskir – og føroyskir – miðlar kunnu fáa burtur av danska miðlastuðlinum.

- Vil ráðharrin upplýsa, hvørjar treytir eru galdandi fyri, at miðlar kunnu fáa redaktionellan miðlastuðul frá Miðlanevndini.

- Vil ráðharrin útgreina grundgevingarnar fyri, at miðlahúsið Sermitsiaq AG fekk 3,1 millión krónur í stuðuli í 2020.

- Kann ráðharrin greiða frá hvørjar treytir føroyskir miðlar skulu lúka fyri at teir kunnu søkja um stuðul frá Miðlanevndini.

Upphæddirnar, sum verða latnar í Danmark eru rættiliga stórar. Hægsta upphæddin er 17,5 milliónir krónur, og ta upphæddina fáa teir stóru donsku miðlarnir. Hóast hetta er hámarkið fáa Kristelig Dagblad og Information væl meira enn hinir. Kristelig Dagblad fekk 28,5 milliónir krónur og Information fær 25,5 milliónir krónur, og tað er tí at hesir miðlar hava varðveitt útberingarstuðulin sum teir fingu í 2013.

Til samanberingar kann sigast, at føroyski miðlastuðulin í ár er tvær milliónir krónur. Av teimum fáa bløðini umleið 1,1 millión krónur.