Sjúrður Skaale helt bestu røðina í Danmark í fjør

Ein røða hann helt á Fólkatingi er kosin at vera ársins røða í Danmark

Áki Bertholdsen
22. oktober 2024 kl. 11:46

Ein røða, føroyski fólkatingsmaðurin, Sjúrður Skaale, helt á Fólkatingi, er kosin at verða ársins røða í Danmark í fjør.

 Talan er um røðuba »Ísrael er ljósið í miðeystri«, sum er kosin ársins tala í Danmark í 2024. Røðan til endaorðaskifti fólkatingsins í mai mánaði fyrr í ár fekk nógva umrøðu og rós í tingsalinum og donskum miðlum.

Eitt nú segði Mette Frederiksen, forsætismálaráðfrú, røðuna vera ta bestu, hon hevði hoyrt í danska fólkatinginum í árinum, og eisini uttanfyri landoddarnar vakti røðan ans.

Hetta er ársins røða, tí hon tekur eitt trupult evni upp, og sama um lurtarar er ósamdur ella samdur við sjónarmiðjuni í røðuni, verða teir tvingaðaðir at hugsa.

Tað er felagsskapurin Danske Taler, sum á hvørjum ári savnar inn tilnevningar um ársins talu, og ein metingarbólkur útnevnir vinnaran. Áður hava millum annað Mette Frederiksen, Sofie Linde og Krúnprinsessu Mary vunnið heiðurin fyri talur, sum á serstakan hátt hava merkt almenna orðaskiftið.

 Virðislønin verður handað fólkatingsmanninum til samkomu í danska høvuðsstaðnum hin 12 novembur í ár.