Sjúrður fær 34 milliónir frá danska Fólkatinginum til Føroyar

Tilsamans játtar Fólkatingið 68 milliónir til ymisk endamál í Føroyum

Sjúrður Skaale, vinstrumegin, takkar danska fíggjarmálaráðharranum, Nicolai Wammen, fyri avtaluna
Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Nú Fólkatingið í Danmark leggur fíggjarlógina fyri næsta ár, hevur Sjúrður Skaale telvað seg fram til, at 34 milliónir skulu játtast til ymisk endamál í Føroyum.

Tær verða játtaðar til fýra ymsar verkætlanir í Føroyum, nevniliga til nýggja sjósavnið, Pakkhús 18 á Tvøroyri, føroyska heimildarfilmsframleiðslu og Tjóðsavnið.

Talan er bæði um verandi verkætlanir, sum nú koma á mál, og um heilt nýggjar verkætlanir.

15 milliónir til Føroya Sjósavn frá 2026-2028

Í fjørð gjørdi Sjúrður Skaale avtalu um 20 mió til nýggja sjósavnið í Havn. Játtanin var treytað av, at restin av fíggingini kom uppá pláss í 2024, og skuldi so rindast frá 2025 og fram – annars skuldu pengarnir fella burtur.

 Tað hevur tíverri ikki eydnast at finna restina av fígginini, men samráðingar eru við fleiri partar, og fyri at bøta um møguleikarnar fyri at tær eydnast, hevur Sjúrður gjørt somu avtalu einaferð enn: 15 milliónir falla til gjaldingar frá 2026 og trý ár fram treytað av, at leiðslan fyri verkætlanini fær restina av fígginini uppá pláss áðrenn eitt ár er farið. Eydnast tað ikki, verða tær 15 milliónirnar frá danska statinum ikki rindaðar.

 – Vit liva ikki bara, sum skaldið sigur, »mitt i sjónum«, vit liva eisini av sjónum, sigur Sjúrður Skaale í tíðindaskrivi,

– Tí er meira sjálvsagt í Føroyum enn nakra aðrastaðni at hava eitt stað, har lívið í sjónum verður sýnt fram, og sum kann hýsa altjóða gransking um hetta.

– Tí vil Javnadarflokkurin einaferð enn royna at skumpa undir verkætlanina um eitt framkomið Sjósavn í Føroyum, hóast tað tekur tíð at fáa fíggingina uppá pláss, sigur Sjurdur Skaale. 

3 milliónir til at gera Pakkhús 18 liðugt 

Í 2020 fekk Sjúrður Skaale avtalu í lag, sum tryggjaði 11 mió. kr. til at umvæla og umbyggja Pakkhús 18 á Tvøroyri til eitt savnshús, sum lýsir Tvøroyra og Føroya søgu. 

 – Verkætlanin er dýrkað nakað orsakað av óvanligu príshækkanini seinastu árini, men við nýggju avtaluni kann savnið loksins gerast liðugt, og hesin parturin av gomlu handilshúsunum hjá Thomsen er nú framtíðartryggjaður, sigur hann.

Seks til føroyska náttúrugransking og skráseting

Við fíggjarlógaravtaluni er eisini lagt upp til, at Tjóðsavnið fær 6 mió. komandi fýra árini til at luttaka í CAFF arbeiðsbólkinum undir Arktiska ráðnum. Endamálið er m.a. at savna inn og skráseta vitan um plantu og djóralív í Føroyum, sum í løtuni ikki er nóg umfatandi til at kunna samanberast við vitanina í øðrum arktiskum londum. Fíggingin er treytað av, at avvarðandi myndugleiki í Føroyum tekur undir við verkætlanini.

10 milliónir til føroyska filmsframleiðslu (Norddok)

 Saman við Onnu Falkenberg, og IA úr Grønlandi, hevur Sjúrður Skaale eisini gjørt avtalu um tilsamans 30 milliónir til at halda fram við Norddok filmspuljuni, sum stuðlar framleiðslu av heimildarfilmum um Føroyar og Grønland. 

Hetta sama førdi hin føroyski fólkatingslimurin, Anna Falkenberg, fram, men støðan er tann, at Sjúrður Skaale, Anna Falkenberg og IA í Grønlandi, hava útvegað hvør sínar 10 milliónir til Norddok.

– Eg tók sjálvur vegna Javnaðarflokkin stig til hetta fyri nøkrum árum síðani, og úrslitið er eins gott og eg hevdi vónað, sigur Sjúrður Skaale.

– Fleiri filmar eru komnir burturúr, og fleiri eru á veg. Tí stuðlar Javnaðarflokkurin undir, at hetta heldur fram. Men vónin er sjalvandi, at føroyingar sjálvi seta meiri pening av til føroyska filmsframleiðslu, sigur Sjúrður Skaale.  

Og tað merkir so, at danska Fólkatingið hevur býtt sól og vind líka ímillum tey báðar føroysku fólkatingslimirnar, so teir fáa 34 millónir í part til ymisk endamál í Føroyum.