Sjúkrarøktarfrøðingar herða nú verkfallið

Nú verðu ein deild afturat løgd lamin

Áki Bertholdsen
6. oktober 2023 kl. 16:48

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fara nú at herða verkfallið. Tær fóru í verkfall mánadagin, og nú mánadagin herða tey verkfallið so at tað eisini fer at fevna um skurðambulatoriið.

Síðan mánadagin hava tey annars verið í verkfalli á øllum seingjardeildum í Havn, Klaksvík og Tvøroyri.

– Hetta verkfall var eitt neyðugt stig, eftir at Fíggjarmálaráðið hevur noktað at flutt seg ein tumma upp á eitt hálvt ár í samráðingunum, sigur felagið.
– Tey hava tvíhildið um eina lønarhækking, tey høvdu avgjørt frammanundanm sigur felagið.

Tey siga, at hetta er ein lønarhækking, sum í roynd og veru er ein rættilig stór lønarlækking, tí prísirnir eru so nógv hækkaðir - og sostatt sker tað burtur av tí vøkstri, tey hava vunnið sær gjøgnum tvey drúgv verkføll.

– Eftir eina arbeiðsviku í verkfalli, kunnu vit staðfesta, at Fíggjarmálaráðið als ikki hevur flutt seg nærri
samráðingarborðinum, sigur felagið fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar á heimasíðu felagsins

Tey siga, at tey hava ráð at vera í verkfalli í langa tíð. Men tey leggja dent á, at tey hava ongan áhuga í at draga verkfallið út, ella lata tað raka fleiri fólk enn neyðugt.

– Tí er herðingin ein roynd at fáa Fíggjarmálaráðið aftur til samráðingarborðið, og hesaferð at
samráðast, heldur enn áhaldandi at tvíhalda um ein lønarkarm, tey løgdu í apríl, sigur felagið.