Sjúklingar skulu fyrireika seg upp á at bíða í nakrar mánaðir

Verkfallið hevur havt stórar avleiðingar fyri nógvar sjúklingar

Áki Bertholdsen
22. november 2023 kl. 13:40

Tað fer ar taka nakrar mánaðir at vinna allar tær viðgerðir inn aftur, sum mátti útsetast í sambandi við verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.

Tað skilst á Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum. Erling Eidesgaard, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, hevur spurt hana, hvørjar avleðingar tað í roynd og veru hevur hevur havt fyri sjúklingar og sjúkrahúsini, at sjúkrarøktarfrøðingarnir vóru í verkfalli í góðar seks vikur.

Hon sigur, at tann nýggjasta uppgerðin hjá sjúkrahúsverkinum, vísir, at einar 325 skurðviðgerðir eru útsettar hetta tíðarskeiðið, verkfallið hevur verið. Tað merkir, at hesa tíðina undir verkfallinum, hevur talið á skurðiðgerðum verið 50 prosent lægri enn tað var í sama tíðarskeiði í fjør.

Støðan er eisini tann, at sjúklingar, har skurðviðgerðin varð útsett undir verkfallinum, eru lagdir undir skurð kortini, tí verkfallið varð so drúgt, at teir kundu ikki bíða longur.

Samstundis metir Sjúkrahúsverkið, at umleið 3.000 viðtalur eru útsettar, fluttar ella avlýstar undir verkfallinum og tað eru 44 prosent færri viðtalur enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Bara í novembur er minkingin omanfyri 60 prosent og her er talan bæði bæði um viðtalur, har fólk møta á sjúkrahúsinum og telefonviðtalur, sum sjúkrarøktarfrøðingar hava við sjúklingar.

– Eisini her verður eitt stórt upptak, staðfestir Margit Stórá.

Hetta merkir samstundis, at tey, sum tey, sum standa á bíðilista, skulu fyrirreika seg til at bíða í nakrar mánaðir.

Sjúkrahúsverkið hevur áður sagt, at tað verður eftir nýggjár, og í vár, at tey fáa slætt borð aftur, men Margit Stórá sigur, at við verandi arbeiðsorku er væntandi, at bíðitíðin hjá nakað longri enn upprunaliga ætlað.

– Samanumtikið metir Sjúkrahúsverkið, at sjúklingatrygdin hevur ikki verið í vanda undir verkfallinum, tí undantøkini hava verið nøktandi.

Leiðslan í Sjúkrahúsverkinum fer nú, saman við leiðarunum fyri tær ymsu deildirnar, at fáa eitt neyvari yvirlit yvir støðuna og gera eina ætlan fyri, hvussu sjúklingar skulu viðgerast, og tað verður gjørt við tí fyri eyga, at at lív og heilsa ikki skal koma í vága orsakað av langtíðarárinum av verkfallinum.

Sum vera man, so er fíggjarliga og starvsfólkaliga tilfeingið á teimum trimum sjúkrahúsunum avmarkað, so tað skal væntast, at bíðtíðirnar innan skurðviðgerðir verða longri orsaka av verkfallinum.

Sjúkrahúsverkið hevur eisini gjørt greitt, at tað er ringt at fáa eyka starvsfólk, tí starvsfólkatrot er allastaðni, eisini í okkara grannalondum.