Sjúklingar á Landssjúkrahúsinum og fangar í varðhaldinum fáa nýggjan prest
Hann tekur við eina ferð tann fyrsta mai.
Áki Bertholdsen
6. apríl 2024 kl. 17:41
Landsstýriskvinnan í kirkjumálum, Sirið Stenberg, hevur sett Hanus á Gørðum í embætið sum prestur á Landssjúkrahúsinum og í Varðhaldinum. Hann tekur við starvinum tann 1. mai.
Hanus á Gørðum var - saman við Símuni Persson Jacobsen - prestvígdur í Hvalbiar kirkju í august 2007. Hans Jacob Joensen, sáli, vígdi teir báðar prestar at vera.
Tað fyrsta árið var Hanus vikarur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi. Síðani hevur hann verið sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi.
Tað verður Uni Næs, dómpróstur, ið skipar Hanus á Gørðum í embætið einaferð í mai mánaði við eina gudstænastu í Vesturkirkjuni, sigur Fólkakirkjan