Sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn fingið tvær christianiasúkklur

Leygardagin var ein serstøk løta á Sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn, tá hotellið fekk handaðar tvær christianiasúkklur, sum fólk, ið búgva á hotellinum, kunnu brúka

Sigurjón Einarsson
11. mai 2021 kl. 08:35

Leygardagin fekk Sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn tvær christianiasúkklur, sum eru ætlaðar til fólk, ið búgva á sjúklingahotellinum.

- Vit eru ógvuliga takksom fyri hesa gávuna. Tað hevur verið saknur í hesum møguleikanum, sigur Lene Hallig, leiðari á Sjúklingahotellinum.

Hugskotið eigur Frida Solbjerg Augustinussen, sum er umboð í foreldrabólkinum hjá Krabbameinsfelagnum og partur av Team Rynkeby Føroyar liðnum í ár.

Sonur teirra, Jónhard, hevur verið í krabbameinsviðgerð.

Síðani 2018, tá familjan flutti heim aftur til Føroya, hevur tað at skaffa eina súkklu til sjúklingahotellið verið eitt ynski og hjartamál fyri Fridu.

Í samstarvi við Team Rynkeby Føroyar og Ítróttarfelagið Treysti er hon komin á mál, tí leygardagin fekk sjúklingahotellið handað tvær christianiasúkklur.