Sjúður Gullbein: - Ravnur hevur gjørt 80 prosent av arbeiðinum

Arbeiðsbólkurin Ravnur hevur boðað frá, at tey hava ment ein ein føroyskan talukennara. Hóast talukennarin er tøkur at taka niður, so er hann ikki heilt lýtaleysur. Sambært Sjúrða Gullbein, so kundi Dagur og vika fullgjørt arbeiðið, ið Ravnur hevur gjørt liðugt

Sjúrður Gullbein
Kristian Waag Dam
7. juli 2022 kl. 13:38

Arbeiðsbólkurin Ravnur hevur boðað frá, at tey hava ment ein ein føroyskan talukennara. Ein av stigtakarunum handan talukennaran, er málfrøðingur Sjúrður Gullbein, ið eisini hevur gjørt teldutaluna. Sambært honum er fríggjdagurin hin 1.juli ein megnardagur, tí tá fekk føroyskt sín fyrsta talukennara.

- Hann kennir øll føroysk ljóð og skrivar tey sum bókstavir. Hoyrir hann onkran siga, at lívið er herligt, so skrivar hann tað niður beinanvegin, antin hann hoyrir tað fyri norðan, sunnan, eystan ella vestan. Hann forstendur øll.

Tað er arbeiðsbólkurin Ravnur, sum hevur gjørt og givið okkum talukennaran.  Verkætlanarbólkurin Ravnur fekk í 2019 sum uppgávu at savna og framleiða tilfar til ein BLARK (Basic Language Resource Kit) og at gera ein føroyskan talukennara. Talan er um ein frískligan hóp av ungum og tilkomnum visionerum, stuðlaði við almennum og privatum pengum.

Hóast talukennarin er tøkur at taka niður, so er hann ikki heilt lýtaleysur. Tí talukennarin hjá Ravni er ein pionerur. Tað merkir, at hann dugir at endurgeva áleið 80 prosent av allari talu, ið hann hoyrir. Hetta er ikki bara, bara, tí føroyingar tosa ymiskt, ikki bara eftir dialekt, men eisini eftir førleika og humøri. Tak til dømis ein glaðan útlending, sum gongur og trallar begynnarabendingar, ella ein sintan suðuroying, sum nærkast kókipunktinum. Tá stendur á.

Men burtur úr pionerinum kunnu gerast skraddaraseymaðir talukennarar, ið endurgeva hvørt orð. Ein slíkur skraddaraseymaður talukennari er trenaður til at skilja úttaluna hjá einum avmarkaðan hópi av fólki. Slíkir talukennarar eru vanligir aðrastaðni og vera tað nú eisini í Føroyum. Sambært Sjúrða Gullbein, so átti Dagur og vika at gjørt tann fyrsta skraddaraseymaða telukennaran, so at sendingin bleiv tekstað beinleiðis.

- Og tað kann gerast fyri ein slikk, tí Ravnur hevur longu gjørt 80 prosent av arbeiðinum. Tað er bara eftir at koyra fløtan upp á pannukakuna og eta hana. Tað, má man siga, er eitt serstakliga gott tilboð.

Í pakkanum, sum Ravnur gav okkum fríggjadagin hin 1. juli, eru ein talukennari, ein talumálsorðabók, eitt tekstasavn upp á fimmogtjúgu milliónir orð, eitt klipt og transskriberað upptøkusavn við fleiri hundrað føroyingum og ein vegleiðing til at gera nýggj framstig.

Til ber at heinta talukennaran ókeypis á maltokni.fo.