Sjúðrarberg seljast - 40 mans uppsagdir
Nýggi trolarin hjá JFK, Gadus, skal einamallur fiska botnfiskakvotuna í Barentshavinum hjá reiðarínum
Árni Gregersen
8. februar 2024 kl. 12:39
Tað hevur leingi verið kent, at JFK fór at selja Sjúðrarberg, tá ið nýggi Gadus kom í flotan.
Nú er manningin uppsøgd og Sjúðrarberg er settur á sølulista.
Hanus Hansen, reiðari, sigur við útvarpið, at áhugi er fyri trolaranum og at fólk koma at hyggja at honum mánadagin.
Kvotan í Barentshavinum er lækkað umleið 50 prosent seinastu trý árini, so nýggi Gadus hevur rkuna til at veiða alla kvotuna.
Av teimum 40 monnunum, sum eru uppsagdir, hava nakrir fingið annað starv í fyritøkuni.