Sjóvinnusavn í umbúna

Línuskipið Helena, gamli Nónhamar, skal vera snúningsdepilin í savninum

Óli Olsen
6. oktober 2017 kl. 17:45

22. september skipaðu Føroyagrunnurin og Klaksvíkar kommuna fyri kunningarfundi viðvíkjandi at seta á stovn sjóvinnusavn í Klaksvík. Fundurin var hildin í Gamla Seglhúsinum. Línuskipið Helena, gamli Nónhamar, skal vera snúningsdepilin í savninum.

Annika Sølvará, fundarstjóri, bjóðaði fundarfólkunum vælkomnum, og Jóhanna á Bergi, forkvinna í Føroyagrunninum,  greiddi yvirskipað frá verkætlanini. Jógvan Skorheim, borgarstjóri, greiddi so frá og vísti á hóskiligt øki til savnshús við tilhoyrandi atløgubryggju. Hetta verður partur av nýggja miðbýnum við vágna í Klaksvík. Leif Abrahamsen, verkætlanarleiðari, hevði síðan fyrilestur um savnsætlanina. Aftaná var orðaskifti, har fólk komu við viðmerkingum og settu fram spurningar.

Mynd: Helena KG 182 við bryggju í Klaksvík. Hetta er gamli Nónhamar KG 490, sum ætlandi verður miðdepul í einum komandi sjóvinnusavni

”Hóast vit, meira enn nøkur onnur tjóð í heiminum, hava lívsgrundarlagið í havinum, so hava vit ikki nakað maritimt savn burturav, sum greiðir frá nógvum av okkara samleikaviðurskiftum,” kom eitt nú fram. ”Tó so kunnu vit gleðast um, at myndugleikarnir hava raðfest Hvalastøðina við Áir, og at hetta við tíðini fer at gerast til eitt savn.”

Fyri ikki at fevna ov víða, er ætlanin at fokusera upp á søguna umleið 1960-1965. Ført varð fram, at hetta skeiðið er ein verulig broytingartíð í Føroyum, tí stállínuskipini vóru við til at gera Føroyar til eina av fremstu fiskivinnutjóðum í heiminum.

Sostatt er nú sjøtul settur á forkanningarnar. Tær skulu vera lidnar í mars 2018, tá ið støða skal takast til, um farið verður víðari við ætlanunum. Stigtakararnir ynskja at fáa íblástur og kunning frá viðkomandi pørtum í samfelagnum um, hvat savnið skal sýna, og hvussu tað kann gerast veruleiki.


Nónhamar KG 490

Frystilínuskipið Nónhamar, ið sum nevnt skal verða miðdepul í komandi sjóvinnusavni í Klaksvík, var smíðað á Skála skipasmiðju í 1964. Støddin var 276 tons brutto, 133 tons netto, og fiskifarið fermdi 115 tons av hemara og 120 tons av svartkalva. Størsta longd var um 114 føtur og maskinan 550 hesta June Munktell.

Mynd: Hátíðarhald í byggihøllini á Skála skipasmiðju. Nónhamar KG 490 verður í 1964 latin pf. Klakki í Klaksvík (Mynd: Skála skipasmiðja)

Pf. Klakkur í Klaksvík átti skipið; eigararnir vóru John Richard Klakkstein, stjóri; Kristoffer S. Klakkstein, bilstjóri; Jaspur U. Klakkstein, skipari; Jógvan Andrias Eliassen, fiskimaður; Herman Dahl, arbeiðsmaður.

Heimildarmaður mín, Jógvan Andrias Eliassen úr Mikladali, stýrimaður og ein av eigarmonnunum í Nónhamri, sigur, at eisini aðrir klaksvíkingar áttu í skipinum.

Við Jaspuri Klakkstein sum skipara var í august 1964 farið vestur um hav at veiða hemara. Roynt varð víða: á Grand Bank, úti fyri Nova Scotia í Kanada og longur suðuri. Jógvan Eliassen læt ikki so væl at fiskiskapinum henda fyrsta túrin. Hemaraflotin var sera stórur, men so tyntist við skipum, og fiskiskapurin batnaði.

Hesi árini, Nónhamar royndi eftir hemara í Nýfundlandi og har um leiðir, plagdi hann at hava fullan farm av frystum flaki yvir við fyri Fiskasøluna. Farmurin var uppskipaður í Gloucester í USA.

Helst var tað í 1967, at Nónhamar fór at veiða svartkalva í Íslandi, og hetta gjørdi hann til 1969, tá ið Borgarin, nýggja skipið hjá sama felagi, kom, og stórur partur av manningini fór har umborð.

Nevnast skal eisini, at Nónhamar í 1965 royndi eftir hemara undir Føroyum og hevði góðar setur.

Við árunum broyttust ognarviðurskiftini hjá Nónhamri – eisini navn og nummar. Í 1970 fekk hann navnið Fjalshamar og nummarið KG 597. Í 1977 Hvítiklettur TN 310. Í 1997 Skútunes KG 306. Í 1999 Fuglfirðingur FD 1085. Í 2003 Helena KG 182.

Nónhamar hevði upprunaliga opið dekk, men varð seinni innilokaður. Tað er nú skorið burturaftur, soleiðis at hann hevur fingið gamla sniðið aftur. Helena, sum skipið nú kallast, hevur seinastu tíðina ligið við bryggju í Klaksvík.

Mynd: Frystilínuskipið Nónhamar KG 490 fer í 1964 av bakkastokki á Skála skipasmiðju (Mynd: Skála skipasmiðja)