Sjóvinnuforum: Meira ferð skal setast á sjóvinnuna

- Tað munnu helst bara vera tey fæstu, sum vita av, at shipping-vinnan er triðstørsta vinna í landinum, men tað er veruleikin, og tí skal meira gerast burtur úr fyri at kunna um týdningin av hesari vinnuni fyri samfelagið, sigur Ólavur í Geil, eigari av Advent Management, sum samskipar átakið fyri stigatakararnar

Sveinur Tróndarson
26. februar 2021 kl. 15:26

- Fyri fýra árum síðan byrjaðu vit Sjóvinnuforum, sum Sjóvinnustýrið, Skipara- og Navigatørfelagið, Vinnuháskúlin, Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið fyri handilsskip tóku stig til, og tað tiltakið hava vit so hildið seinastu trý árini. Fyrstu trý árini vóru tiltøkini skipað sum styttri tiltøk einaferð um árið, men tey hava víst at tørvurin er størri enn tað. Tí verður nú arbeitt við at skipa Sjóvinnuforum sum nakað varðandi, har vit við jøvnum – og stuttum – millumbilum leggja tilfar út, sum hevur við hetta at gera.

Tað sigur Ólavur í Geil, sum hevur verið samskipari av tiltakinum hesi trý árini, og tað var eisini hann, sum loftaði ætlanunum, tá stigtakararnir fóru at tosa um at gera tað til meira enn eitt afturvendandi tiltak.

- Stigtakararnir hava saknað ein pall, har teir kunnu promovera tann partin av sjóvinnuni, sum ikki hevur við fisk at gera. Teir ynskja at hetta skal vera ein pallur, sum ikki hevur við kvotur og politiskar ósemjur at gera, tí har er nógv virksemi, sum ikki er partur av hesum stríði, greiðir Ólavur í Geil.

So tað sum byrjaði sum ein styttri ráðstevna, er nú blivið til eitt tiltak, sum skal stuðla undir føroyska sjóvinnu, og tað er tað eftir øllum at døma rættiliga stórur tørvur á.

Risastórir møguleikar
Sambært Ólavi í Geil virkar tað ikki, sum føroyingar ordiliga eru greiðir yvir, hvussu umfatandi føroysk sjóvinna er. Heldur ikki, hvussu stórir møguleikar liggja í henni frameftir.

- Fyri okkum at síggja virkar tað sum hvørki fólk ella myndugleikar eru greið eru yvir, hvussu nógvir møguleikar liggja í hesi vinnuni, sum faktiskt er nógv størri enn nakar í veruleikanum dugir at ímynda sær, sigur hann.

Ein uppgerð, sum varð løgd fram á Sjóvinnuforum í fjør, og sum bygdi á tøl frá Hagstovu Føroya vísti, at samlaða útflutningsvirðið hjá shipping-vinnuni, sum jú er partur av sjóvinnuni, í 2017 var uppá umleið 1,1 milliardir krónur. Hetta merkir í stuttum, at hesin parturin av sjóvinnuni er tann triðstørsta vinnan í Føroyum, og tí hevur hon rættiliga stóran samfelagsligan týdning, vísir Ólavur í Geil á.

- Eg trúgvi faktiskt ikki, at fólk í heila tikið geva sær far um, at júst hesin parturin av sjóvinnuni er so stórur sum hann í veruleikanum er, og hvussu stórir ódyrkaðir møguleikar liggja her, sigur hann.

Og tað, sum arbeiðið hjá honum og hinum, sum hava við Sjóvinnuforum at gera, millum annað fer at snúgva seg um, er at fáa hesa vitan út til fólkið, og ikki minst út til politisku skipanina, so tey næstu stigini kunnu takast.
Hvat eru tað fyri stig?

- Tað kundi millum annað verið at sett á stovn útbúgvingar, sum júst hesin parturin av sjóvinnuni spyr eftir, og tað er annað enn fólki til brúnna og maskinrúmið, sigur Ólavur í Geil.

Seta 20 KT-fólk um vikuna
Eitt, sum hann vísir á, er, at sjálvt um føroyingar eru stórir í shipping-vinnuni, so er eingin føroyingur útbúgvin í fakinum her heima. Øll tey, sum hava lisið hava gjørt tað uttanlands, og so eru tey komin til Føroya at brúka útbúgvingina.

- Alt gott um tað, og tey eru sjálvandi øll hjartaliga vælkomin heim at brúka sína útbúgving. Men hví venda vit tí ikki á høvdið og gera eina føroyska útbúgving til endamálið, spyr Ólavur í Geil.

Hyggja vit søguliga uppá tað, so hava yvirmenn við føroyskum útbúgvingum, líkamikið um teir eru skipsførarar ella maskinmeistarar, altíð havt øgiliga gott orð á sær, og bara tað átti at verið nóg góð orsøk til at sett á stovn føroyskar útbúgvingar av øðrum slagi, heldur Ólavur í Geil.

- Í dag snýr tað seg ikki bara um skipsførarar og maskinmeistarar. Tað snýr seg sanniliga eisini um aðrar útbúgvingar, millum annað KT-fólk. Tak til dømis Maersk, sum setur umleið 20 KT-fólk um vikuna, og tað merkir, at tað er tørvur á slíkum útbúgvingum, sigur Ólavur í Geil.

Spurningurin um útbúgvingar er sjálvandi ein spurningur um pengar og raðfestingar, og har er tað politiska skipanin má spæla við.

- Hjá okkum snýr tað seg um at fáa myndugleikarnar at síggja møguleikarnar í hesari vinnuni og at fáa teir at spæla við, millum annað á útbúgvingarøkinum, so vit kunnu útbúgva fólk til tær uppgávur, sum liggja í hesari vinnuni, sigur Ólavur í Geil.

Hann er, sum nevnt, fullgreiður yvir, at tað kann vera trupult at fáa politikarar at játta pengar til nýggj átøk, men skal tað gerast, so má myndugleikin fáa at vita, hvat er at vinna, um pengarnir vera brúktir.

- Og har ivast vit ikki í, at føroyska samfelagið kann vinna nógv, um vit velja at brúka meira orku uppá hetta økið, sigur hann.

Ferðin skal bara økjast
Tað er einki at taka seg aftur í, at tá talan er um fiskivinnu, so er næstan einki ómøguligt í Føroyum.

Fiskivinnan er, sjálvandi, í miðdeplinum, tí hon hevur altíð havt stóran týdning fyri okkara lítla og viðkvæma samfelag. Men vit hava eisini sæð, hvussu ógvusliga eitt bakkast rakar, um samfelagið bara stendur á einum beini, og tí er tað avgjørt skilagott, at vinnulívið gerst meira fjøltáttað.

- Og sum tølini vísa, so er tað ikki tí, at tað ikki er ferð á. Tað er longu gongd á hesum økinum, tað sum hetta snýr seg um er at seta meira á, sigur Ólavur í Geil.

Hann vísir á Arktis sum eitt evni, har til dømis shipping vinnan kann økja virksemi.

- Arktis er annað enn oljuvinna. Har eru eisini nógvir aðrir møguleikar, sum vit kunnu – og eiga – at gagnnýta, og gera vit tað, so økist virksemið í landinum – og í sjóvinnuni – munandi. Og venda vit so aftur til tað, sum vit tosaðu um fyrr, nevniliga hetta við væl kvalifiseraðum fólki, so er eingin ivi um, at vit kunnu røkka langt, staðfestir Ólavur í Geil.

Leggja dent á kunning
Sambært eigaranum av Advent Management, sum er samskipari av verkætlanini hjá Sjóvinnustýrinum, Skipara- og Navigatørfelagnum, Vinnuháskúlanum, Fiskimannafelagnum og Reiðarafelagnum fyri handilsskip, vóru tað Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og Navigatørfelag, og Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, sum í síni tíð tóku stig til Sjóvinnuforum.

- Tað var ein skilagóð avgerð, tí tíðin hevur víst, at tørvur var á hesum átakinum. Tað hevur verið skipað sum ein temadagur, har vit hava lagt dent á trygd á sjónum, talgilding av vinnubrøvum og eisini á shipping-vinnuna. Og burtur úr tí er komið, at har er tørvur til nakað meira enn bara einaferð um árið, sigur Ólavur í Geil.

Tá tiltøkini byrjaðu fyri nøkrum árum síðan var tað fyri at savna sjóvinnuna til eitt felags tiltak, so fólk við felags áhugamálum kundu hittast og samskifta um evni, sum hava týdning fyri tey.

- Nú er tíðin komin til at taka næsta stig á hesum øki, og tað er tað, sum vit arbeiða við nú. Vit hava stovna eina síðu á Facebook og vit eru eisini á LinkedIn, har vit javnan leggja kunning um tað, sum vit meta hevur týdning fyri henda partin av sjóvinnuni, greiðir Ólavur í Geil frá.

Tað, sum hevði týdning fyri stigtakararnar var, at hetta ikki verður eitt upplop, sum byrjar væl og sum annars dettur niður fyri aftur, tá ein tíð er fráliðin.

- Hetta snýr seg um ein part av føroyskum vinnulívi, sum eisini hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið. Ein partur, sum er í gongd, men sum við málrættaðum arbeiði kann gerast munandi størri og fáa enn størri týdning fyri samfelagið, sigur Ólavur í Geil.