Gary Lineker verður aftur at síggja í sendingini “Match of the Day” um vikuskiftið. Sendingin, ið vísir hæddarpunkt frá Premier League, har eisini fótbóltsserfrøðingar eru í studio, verður send í almenna sjónvarpinum í Bretlandi, BBC.
Fyrrverandi fótbóltsstjørnan varð annars tikin burtur frá sendingini, eftir at hann á Twitter hevur lagt eftir bretsku stjórnini, tá hon hevði gjørt avtalu við Frakland um friðskjólspolitik landanna millum.
Í sínum uppslagi á Twitter legði hann ikki fingrar ímillum, og skrivaði millum annað, at hendan avtalan er “ikki so langt frá tí, ið Týskland brúkti í 1930-unum”.
Fyri hetta bleiv hann tikin av sendingini, og BBC kunngjørdi fríggjadagin í síðstu viku, at hann kundi sleppa aftur at vera vertur á sendingini, tá ein semja bleiv gjørd millum hann og BBC, hvussu hann brúkar sínar sosialu miðlar. Tann semjan er nú komin upp á pláss, sigur BBC í einum tíðindaskrivi.
– Gary er ein týðandi partur av BBC, og eg veit, hvussu nógv BBC hevur at siga fyri Gary, og eg síggi fram til, at hann aftur verður vertur komandi vikuskiftið, sigur Tim Davie, sum er aðalstjóri í BBC.
BBC fekk av at vita
Bretski public-service miðilin kom beinavegin í harðan andróður, tá avgerðin um at taka Gary Lineker av sum vert í sendingini “Match of the Day” kom út í almenningin.
Sambært BBC hevði Gary Lineker gingið ímóti innanhýsis rætningslinjurnar fyri, hvussu mann sum starvsfólk ber seg at á sosialu miðlunum.
Men fyri hetta, so fekk BBC av at vita, og fleiri starvsfelagar hjá Lineker í sendingini “Match of the Day” avgjørdu at leggja arbeiðið niður. Tað hevði við sær, at sendingin var uttan nakran vert, eingir fótbóltsserfrøðingar vóru í studio, og ei heldur hoyrdist nakar frásøgumaður siga frá dystunum í 20 minuttir longu sendingini, tá hesi eisini boðaðu frá, at tey løgdu arbeiðið niður í vikuskiftinum.
Eisini hyggjarin revsaði BBC, tí sendingin, sum vanliga hevur nógvar hyggjarar, misti hálva millión hyggjarar í vikuskiftinum.
Sjálvur er Gary Lineker glaður fyri, at hann og BBC nú hava funnið eina semju.
– Eftir nakrar løgnar dagar, so eri eg glaður fyri, at vit hava siglt millum skerini. Eg ynski at takka øllum, ið hava víst mær stuðul gjøgnum hesa tíðina – serliga mínir starvsfelagar í BBC hava víst mær merkisverdan solidaritet, skrivar hann á Twitter.
BBC upplýsir samstundis, at nú verður ein óheft kanning sett í verk, fyri at kanna rætningslinjurnar, hvussu starvsfólk uppføra seg á teimum sosialu miðlunum.
Rætningslinjurnar komu í 2020 og siga millum annað, at starvsfólk hjá BBC ikki skulu máa undan óheftni hjá almenna kringvarpinum í Bretlandi, BBC.
Gary Lineker er fríyrkisfólk hjá BBC, og serliga rætningslinjurnar fyri júst fríyrkisfólk skal gjøgnumgangast í kanningini, tí her eru rætningslinjurnar ikki tær somu fyri fríyrkisfólk og fólk í føstum starvi.
Kelda: Ritzau