Sjónleikur um sálarheilsu í Norðurlandahúsinum
Løstir snýr seg um at liva við sálarsjúku, og at finna fótafestið
Fríðmundur Nattestad
15. mai 2024 kl. 17:30
Í døgunum 24. til 26. mai verður leikurin, Løstir – ein leikur um sálarsjúku og at finna fótafestið, sýndur í Norðurlandahúsinum.
Løstir er nýskrivaður leikur hjá yrkisleikarunum Bárði Persson (FO) og Barbaru Hesselager (DK).
- Við sjálvsironi, dirvi og lættleika - og ikki minst leikarum, sum hava merkt sjúkuna á egnum kroppi - verður leikurin pallsettur í Norðurlandahúsinum, skriva fyriskipararnir.
Fólkini handan verkætlanina vóna, at leikurin kann vera við til at skapa eina samrøðu um tabuevni og varpa ljós á, hvussu týdningarmikið tað er, at vit gerast betri til at tosa opið um at stríðast sálarliga.